Víkingur steðgaði toppliðnum

1.DEILD: Heimaliðið í Leirvík javnaði, tá ið tað restaðu tveir minuttir

KÍ hevur mest sum alt kappingarárið verið topplið, og KÍ er framvegis topplið. Men eftir dagsins dystir styttist tað av álvara aftur til ÍF, sum er næstfremst.

Meðan ÍF vann 5-0 stórsigur ímóti B68, so eydnaðist tað ikki KÍ at vinna grannauppgerðina uppi á Brekku í Leirvík.

Úrslitið var 1-1 ella tað sama, sum tað var, tá ið bestu liðini hjá hesum feløgum hittust í Klaksvík fríggjakvøldið.

Bæði málini vórðu skorað í seinna hálvleiki. Óli Eyðsteinsson Poulsen legði KÍ framum tíggju minuttir steðgin, og tveir minuttir undan leikloki javnaði innskifti Finnbjørn Hansen.

 

KÍ er topplið við 49 stigum, og ÍF er næstfremst við 48 stigum.

NSÍ er á triðja plássi við 40 stigum, og B68 er á fjórða plássi við 39 stigum.

Víkingur er á fimta plássi við 29 stigum.

 

Annan leygardagin fær Víkingur vitjan av B71, og tá skal KÍ spæla á útivølli ímóti Giza Hoyvík.