Víkingur størsta sigur nakrantíð

Við størsta sigri á útivølli í føroysku altjóða søguni hevur Víkingur spælt seg í annað innleiðandi umfar í europeisku meistarakappingini

Føroyameistararnir í Víkingi hava í kvøld spælt seg víðari í annað innleiðandi umfar í europeisku meistarakappingini. Víkingur vann fyri løtu síðani 4-1 ímóti Trepca 89. Fyri einari viku síðani vann Víkingur 2-1 á heimavølli. Harvið heldur Víkingur fram í øðrum innleiðandi umfari við samantalda málmuninum 6-2.

Talan er um søguligan sigur. Tað er ongantíð áur komið fyri, at eitt føroyskt lið hevur vunnið 4-1 á útivølli. Størsti sigurin higartil var í 2006, tá ið B36 vann 3-0 ímóti Birkikara.

Tað er eisini merkisvert og søguligt, at Víkingur hevur vunnið báðar dystirnar ímóti Trepca89. Tað er ongantíð áður komið fyri, at eitt føroyskt felag hevur vunnið báðar dystirnar í einum umfari.

 

Tíggju minuttir undan steðginum sá ein av mótstøðumonnunum eftir lítlari løtu gula kortið tvær ferðir. Harvið varð hann vístur av vølli, og víkingarnir vóru tískil ellivu ímóti tíggju.

 

Víkingur var frammanfyri 4-0, áðrenn heimaliðið pyntaði um.

Sorin Anghel setti hol á í 37. minutti, og verjuspælarin Islami var illa kroystur, tá ið hann triggjar minuttir seinni sendi bóltin í sítt egna mál.

Fyrsta korterið eftir steðgin var dysturin fult og heilt avgjørdur. Sølvi Vanthamar økti til 3-0 í 52. minutti, og sjey minuttir seinni økti hann til 4-0.

 

Talan var um framúr avrik hjá Sámali Erik Hentze og hansara monnum. Keturnar hingu so hendinga væl saman, og spælararnir vóru alla tíðina sera tilvitaðir og professionellir. Meðan heimamenninir vóru frustreraðir og ferð eftir ferð høvdu hug at leypa av, og í tí eina førinum lupu so mikið framav, at ein varð rikin av vølli, so vístu víkingarnir seg í øllum hitanum at vera ísakaldir.

 

Í øðrum innleiðandi umfari skal Víkingur spæla ímóti íslendska meistaraliðnum FH.