Víkingur spurtaði

Hóast HB meginpartin av dystinum hevði havt bóltin meira og eisini hevði verið munandi næskari, so endaði tað við, at Víkingur streyk avstað við tí heila í Gundadali í gjár. Teir ljósabláu eru av álvara komnir í gongd og liva upp til tær dygdir, liðið átti at havt

Tá Filip Djordjevic í allarseinasta minuttinum í sjálvum dystinum slapp at seta fría kós ímóti HB-málinum og økja fyri Víking til 3-1, var tað bara seinasti seymurin í líkkistuna hjá oddaliðnum, ið ikki hevði ein av sínum bestu dystum, tá hugsað verður um úrslitaligu úrtøkuna. Hinvegin kendi Víkingur til fulnar sína vitjunartíð og syrgdi fyri ikki at misbrúka sínar størstu kjansir.
Ein stórur munur á liðunum var sjálvandi fremsti skarprættarin hjá Víkingi, Finnur Justinussen, ið skoraði hini bæði málini hjá liðnum í einum dysti, ið leingi sá út til fyrr ella seinna at fara at koppa til HB, sum sá út til at hava fatur í rætta endanum, men bara ikki fekk nakað burturúr.
Dysturin byrjaði við nøkrum góðum HB-álopum, ið serliga góvu Símuni Samuelsen stórar kjansir. Longu í fyrsta minutti kundi hann havt lagt heimaliðið á odda, og løtu seinni hevði hann aftur møguleikan, men ikki var hepnið við, tí fyrst í dystinum sá verjan hjá Víkingi ikki alt ov stinn út, so aftaná – tá er tað jú so lætt – kann sigast, at tað var helst tá, at HB skuldi havt satsað meira.
Men hóast stílurin kanska ikki altíð var so elegantur, fekk Geza Turi hildið teimum ljósabláu inni í dystinum við hondum, fótparadum og skjótum reaktiónum. Nógv slapp inn um verjuna fyrst í dystinum, men inn um Geza slapp einki!

Drupu dystin
Sum fyrra hálvleiki leið, setti HB seg á tað nógva av spælinum, og serliga var Christian R. Mouritsen sjónskur í myndini, tí hann gjørdi arbeiðið so ómetaliga nógv lættari fyri liðfelagarnar, tí hann næstan altíð kundi spælast og í heilum spældi bóltin væl frá sær aftur. Harumframt stóð hann fyri fleiri góðum detaljum, men var bara ikki nóg avgjørdur, tá skjótast skuldi ímóti málinum, tí verjan hjá Víkingi við tíðini eisini betur og betur megnaði at lesa av, hvat hann ætlaði sær.
– Hjá okkum ráddi tað um, at vit skuldu standa rætt á vøllinum og skora upp á kontramøguleikar og royna at halda tætt. Tað eydnaðist, tá vit komu á odda 1-0, og hóast teir svaraðu aftur stutt fyri dystarenda, megnaðu vit at skora beinanvegin, segði Finnur Justinussen, sum við tveimum báðum fyrru málunum gekk undan í at avlíva oddaliðið.
– Eg haldi, at tá vit skoraðu til 2-1, drupu vit dystin. Tað kann annars henda so skjótt, at HB skorar og fer við øllum, men tað hendi so ikki í dag.
Fyrstu 70 minuttirnar stóð HB fyri tí nógva, og hóast ferðin ikki var tann stóra í dystinum, so lá líkasum í luftini, at HB við góðum tamarhaldi á tí nógv helst fór at stinga av við øllum, tá avtornaði. Men tað skuldi so sanniliga vísa seg at enda øðrvísi hesaferð, hóast hetta í alt ár hevur verið mestsum uppskriftin upp á HB-fótbólt í Gundadali.

Tey fýra málini
Fyrsta málið kom eftir gott álop í høgru síðu, har Bárður J. Hansen setti ferð á, spældi stutt til Hanus Jacobsen, sum sendi bóltin inn um verjuna, og har var Bárður komin upp á pláss og slapp til baklinjuna, haðani hann sendi flatt og hart innfyri. Við fremru stong var Finnur Justinussen fyrsti maður á og fekk prikað bóltin inn.
Síðani gekk eitt korter, áðrenn HB svaraði aftur. Andrew av Fløtum rak út í vinstra krók, har hann megnaði at sleppa so mikið leysur av víkingunum, at hann fekk lagt innfyri. Mitt fyri málinum stóð heimafturkomni Páll Mohr Joensen klárur og bankaði bóltin inn, so tað nú stóð á jøvnum 1-1.
HB-ararnir fegnaðust sjálvandi um, at teir vóru við aftur, men teir náddu ikki at fáa armarnar niður, so var aftur mál í hinum endanum. Jann Ingi Petersen, sum var komin inn eftir steðgin, spældi fram til Finn Justinussen, ið sjálvur megnaði at skapa sær neyðuga plássið og sleppa inn um miðverjarnar, áðrenn hann smekkaði í málið.
Nú var leyst og liðugt, og tað sást á øllum brøgdum, hvør nú hevði yvirskot og orku, og hvør ikki fekk samlað tankarnar um nakað sum helst. Víkingur hevði ís í búkinum og gjørdi alt rætt, meðan HB ikki megnaði at fóta sær aftur, og tí bleiv 3-1 málið hjá Filip Djordjevic í 90. minutti bara endin á tí heila.

Víkingur stendur væl
Teir ljósabláu í Víkingi kunnu staðfesta, at liðið av álvara hevur fótað sær aftur, eftir at tað í longri tíð ikki sá nakað serligt út. Og dysturin í Gundadali í gjár staðfesti somuleiðis, at tað er ikki bara í verjupartinum, at Víkingur hevur fingið sett tingini í system, men so sanniliga eisini í álopinum, ið vísti seg at vera effektivt í røttu løtuni.
– Nei, tað er sjálvandi ikki bara verjuspælið, sum er batnað, men sum heild tað, at menn eru raskir og gera, sum teir verða bidnir – eisini í dysti, sigur Finnur Justinussen, ið tó vísir á, at hjá Víkingi ráddi tað í gjár sera nógv um at »standa rætt«, sum tikið verður til á fótbóltsmáli.
– Í fyrra hálvleiki royndu vit at koma inn í dystin við at standa rætt har afturi, og beinanvegin í seinna hálvleiki komu vit væl fram og skaptu onkran stóran kjans, fyri síðani at liggja eitt sindur longur afturi og spara orku. Tá vit so fingu málið, stóðu vit øgiliga væl, og teir komu ikki til so stórar kjansir.
Framstigini síggjast eisini ítøkiliga, svart upp á hvítt, tí umframt at hava spælt seg í steypafinaluna annað árið á rað, hevur Víkingur síðstu fýra dystirnar tikið seg fram á stigatalvuni, eitt pláss hvørja ferð. Og nú átta umfør eru eftir, eru gøtumenninir og leirvíkingarnir altso bara trý stig og nøkur mál frá at standa á heiðursmerkjaplássi.

HB-Víkingur 1-3 (0-0)
0-1: Finnur Justinussen, 70.
1-1: Páll Mohr Joensen, 85.
1-2: Finnur Justinussen, 86.
1-3: Filip Djordjevic, 90.
HB: Teitur Gestson – Tróndur Jensen (Bárður J. Heinesen, 80.), Jóhan T. Davidsen, Heini Vatnsdal, Alex dos Santos (Pál Mohr Joensen, 77.) – Kristin R. Mouritsen (Páll Mohr Joensen, 80.), Bárður Olsen, Fróði Benjaminsen – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun Samuelsen
Gult kort: Andrew av Fløtum, Bárður J. Heinesen
Víkingur: Geza Turi – Bárður J. Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig – Kaj Leo í Bartalsstovu, Sam Jacobsen (Jann Ingi Petersen, 46.), Hanus Jacobsen, Filip Djordjevic – Hjartvard Hansen (Sølvi Vatnhamar, 46.), Finnur Justinussen
Gult kort: Dánjal Pauli Lervig, Bárður J. Hansen
Dómari: Rúni Gaardbo