TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu, sum in.fo/Rás2 gjørdi við formannin í Víkingi, Brandur Jacobsen í samband við, at forsølan til seinna dystin í Champions League undankappingini millum Víking og FH fór í gongd í gjárakvøldi.
Dysturin verður spældur á Tórsvølli, týskvøldið 18. juni klokkan 19. Børn og ung upp til 16 ár sleppa ókeypis inn. Kostnaðurin fyri vaksin er 100 krónur
Brandur Jacobsen vónar, at fólk møta fjølment upp at stuðla Víkingi, sum hevur javnleik 1-1 frá tí fyrra dystinum á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum. Brandur leggur eina við, at Víkingur umboðar allan føroyskan fótbólt, og hann sigur, at dysturin á mangan hátt er ein landsdystur millum Føroyar og Ísland, og tí vónar hann at síggja mong á Tórsvølli klokkan 19 týskvøldið.
Leinkjan har atgongumerkini kunnu bíleggjast er hendan:
https://fsf.atgongumerki.fo/?eventId=417188fsf.atgongumerki.fo
Tað er eisini møguligt at ogna sær atgongumerki við dyrnar. Víkingur vónar tó, at so mong sum møguligt keypa atgongumerki á netinum, so tað slepst undan ov longum bíðirøðum á Tórsvølli.