Víkingur snávaði

Víkingarnir vóru ikki nøgdir við bara at fáa eitt stig í Sarpugerði, tá uppflytararnir úr Vágum vitjaðu um vikuskiftið

Hýrurin var góður á vága­monn­unum. Tað var hann sjálvandi ikki á heimaliðnum. At fáa eitt stig á heimavølli móti einum uppflytara, sum hevði fingið eitt stig í fyrstu fýra landskappingardystinum, er sjálv­sagt ikki nøktandi, tá tú ætlar at stríðast um føroyameistaraheitið.
Víkingur fekk ongantíð fer á sítt spæl. Heimaliðið var nógv meira á bóltinum, men verjuparturin hjá 07 Vestur var væl skipaður og tók sær av tí, sum var.

Símin fyri fyrstu ferð
Símin Hansen skeyt sítt fyrsta mál fyri Víkingi, tá fáir minuttir vóru spældir. Hann fekk bóltin á brots­teigarmarkinum, og við góðum skoti legði hann heimaliðið á odda.
Tað tóktist ikki darva vága­monn­unum meira enn so, at teir fram­haldandi treiskaðust eftir bóltinum. Tað gav úrslit, tá Tór-Ingar Akselsen javnaði. Hann royndi seg við skoti, sum umvegis ein mótstøðuspælara, fór í netið handan Geza Turi. Tá var fyrra umfarið hálvrunnið.
Eftir steðgin syrgdu gestirnir fyri, at Víkingur ikki slapp til stór­vegis møguleikar. Heimaliðið var á bóltinum fyri tað mesta, men tað var sjáldan, at Hans Jørgensen, sum vardi málið hjá 07 Vestur, fekk seg royndan av álvara.
Atli Gregersen varð útvístur, tá fáir minuttir restaðu í. Hann sló frá sær og varð sektaður við reyðum korti.

Fjórðingsfinalurnar eru næst
Næsta uppgávan hjá bæði Víkingi og 07 Vestur er fjórðingsfinalan í kapp­ingini um løgmanssteypið. Dyst­irnir verða avgreiddir miku­dagin. Tá er upplagdur møguleiki hjá Víkingi at fáa uppreisn. Tá vitjar B68 í Sarpugerði.
07 Vestur fær vitjan av KÍ.