Víkingur sigraði í Leirvík

Útsetta oyggjauppgerðin millum næstbestu liðini hjá Víkingi og B68 varð spæld í Leirvík í gjár. Víkingur vann 2-1, eftir at tað í hálvleikinum hevði staðið á jøvnum 1-1.

Óli Olsen legði B68 á odda longu í 4. minutti við góðum fluktara. Minuttin undan hvíldini javnaði Finnur Justinussen til 1-1, tá ið hann stóð leysur í brotsteiginum, og tá ið tað restaði eitt stórt korter skoraði Finnur Justinussen sigursmálið.

Síðstu løtuna royndi B68 at trýsta. Tað næsta, sum teir komu at fáa mál, var, tá ið bólturin brast í stólpan eftir frísparksroynd frá Súna Fríða Barbá.