Meistararnir hava í kvøld lagt rygg til 2-1 tap í Gundadali ímóti Víkingi, sum var rættuliga sannførandi. Tað er gott lag millum tey ljósabláu í Gundadali íkvøld, og lagið er minni gott millum tey í meistaraliðnum HB.
Víkingur er á veg úr Gundadali við fullari úrtøku eftir 2-1 sigur á HB.
Víkingur vísti sera góðan hugburð og stórt sjálvsálit.
Símun Hansen legði í 1. hálvleiki Víking á odda, og beinanvegin eftir steðgin var tað Finnur Justinussen, sum økti um leiðsluna.
Fimm minuttir undan leikloki kom spenningur í aftur, tá ið Hendrik Rubeksen skoraði fyri HB, men hóast HB royndi at trýsta, so megnaði Víkingur at halda tørn, og harvið eru øll stigini á veg til Gøtu og Leirvíkar.
HB-Víkingur 1-2 (0-1)
Dómari: Eiler Rasmussen
0-1: Símun Hansen 40.
0-2: Finnur Justinussen 57.
1-2: Hendrik Rubeksen 74.
Heðin Stenberg - Doddi, Rógvi Holm, Rói Danielsen, Pætur Jørgensen -
Jógvan Skeel Nolsøe, Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Ólavur í Ólavsstovu (Kristin R. Mouritsen, 61.), Pál M. Joensen (Símun Samuelsen, 46.) - Hendrik Rubeksen
Gult kort: eingin
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Niclas Niclasen (Ingi Sørensen, 78.), Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen -
Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Símin Hansen, Evrard Ble (Hjartvard Hansen, 78.), Hans Jørgin Djurhuus (Kaj Leo í Bartalsstovu, 66.) - Finnur Justinussen
Gult kort: Hanus Jacobsen, Hans Jørgen Djurhuus
75 min.
1-2
So hevur HB svarað aftur í Gundadali. Hendrik Rubeksen, sum aftur í kvøld vikarierar í fremstu røð, hevur skorað eftir uppspæl frá innskifta Kristin R. Mouritsen og liðformanninum Fróða Benjaminsen. Heimaliðið roynir at spenna álopsbogan, og tað ber spentar støður í báðum endum við sær.
65 min.
0-2
Víkingarnir hava tvífaldað leiðsluna. Málskjútti var Finnur Justinussen, sum eftir gott uppspæl stýrdi bóltin upp í hornið.
Illa sperda HB liðið skifti beinanvegin eftir steðgin smáskadda Símun Samuelsen inn í álopið.
45 min.
0-1
Hálvleikur
Víkingarnir tykjast ikki vera komnir í Gundadal fyri at yvirgeva seg uttan svørðssløg. Fimm minuttir undan steðginum løgdu teir seg á odda. Málskjútti var Símun Hansen, sum við fínum langskoti sendi bóltin framvið Heðini Stenberg í HB málinum.
25 min.
0-0
Higartil hevur talan ikki verið um serliga upplagdar málmøguleikar, og tað hevur ikki verið serliga tætt og intens.
HB-Víkingur kl. 18.00
Dómari: Eiler Rasmussen
Heðin Stenberg - Doddi, Rógvi Holm, Rói Danielsen, Pætur Jørgensen -
Jógva Skeel Nolsøe, Kári Nielsen, Fróði Benjaminsen, Ólavur í Ólavsstovu, Pál M. Joensen - Hendrik Rubeksen
Víkingur: Geza Turi - Bárður Hansen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen -
Sølvi Vatnhamar, Sam Jacobsen, Símin Hansen, Evrard Ble, Hans Jørgin Djurhuus - Finnur Justinussen