2-2. Tað var úrslitið, tá ið Rúni Gaardbo bríkslaði fyri síðstu ferð við Stórá í Trongisvági ígjár. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki, sum harvið var rættuliga undirhaldandi. Eftir steðgin varð einki mál skorað, hóast møguleikar vóru at gera mál.
– Soleiðis sum tað tørnaði út, so eiga vit at vera nøgdir við javnleikin og harvið eitt stig. Gilli Sørensen skoraði tvey sera góð mál, tá ið hann royndi seg úr stórari fjarstøðu. Tá sóu vit, hvussu góður hann er júst til hetta. Tá ið Gilli hevði lagt okkum á odda 1-0, var tað sum um, at vit ótilvitað høvdu hug at taka okkum ov langt aftur. Ella var tað eisini, at Víkingur setti okkum undir størri trýst. Tað er í hvussu so er ikki serliga snilt at taka seg aftur ímóti teimum, tí Víkingur eigur nógvar góðar fótbóltsspælarar. Teir skoraðu tvær ferðir, og hóast Gilli javnaði við enn einum langskoti í 1. hálvleiki, so var tað ikki fyrrenn síðsta korterið, at tað aftur eydnaðist okkum at leggja teir undir trýst. Tá kundu vit havt avgjørt okkum til fyrimunar, men tað eydnaðist ikki, staðfestir TB liðformaðurin Óli Johannesen.
Málini mangla
Jógvan Martin Olsen helt seg ikki hava loyvi at finnast at sínum monnum, hóast teir ikki megnaðu fulla úrtøku og harvið dragnaðu eitt vet í kappingini um bronsukrónurnar.
– Fýra mál vórðu skorað í 1. hálvleiki, so tá var tað rættuliga lívligt. Burtursæð frá fyrstu løtuni og so fram ímóti dystarenda, tá ið TB hótti okkum við vandamiklum mótálopum, so hekk spælið væl saman hjá okkum. Men sum so ofta fyrr í ár, so megnaðu vit ikki at fáa mál burtur úr yvirvágini. Tað fáast ikki trý stig burtur úr at spæla væl. Tað skulu mál til, og hóast vit skoraðu tvær ferðir, so megnaðu vit ikki at fáa nóg stóra úrtøku úr møguleikunum at vinna, staðfesti Víkinga venjarin.
Sum so mangan fyrr í ár, so vóru vongverjarnir hjá Víkingi væl við í uppspælinum. Høgri vongverjin, Bárður Hansen, átti sín lut í báðum málunum. Í fyrra førinum, tá ið Víkingur javnaði, var tað Kaj Leo í Bartalsstovu, sum stýrdi bóltin í málið. Tá ið Víkingur legði seg framum, var tað aftur eftir innlegg frá Bárði Hansen. Hjartvard Hansen var framvið, men sambært dómaraseðlinum var tað TB miðverjin Óli Johannesen, sum átti síðsta fótin á, áðrenn bólturin fór inn um Ivan Stojkovic og í málið.
– Tað hevur ikki roynst so væl hjá okkum, síðani vit vunnu steypafinaluna. Nú eru vit svangir eftir at vinna, og vit fáa okkum orduliga royndar, tá ið EB/Streymur kemur í Sarpugerði sunnudagin, staðfesti Jógvan Martin Olsen.
Javnleikurin ber við sær, at TB nú er eitt stig frammanfyri B68 í kappingini um at sleppa undan niðurflyting.
– Vit hava sjálvir møguleika at gera av, um vit skulu flyta niður ella ikki. Sunnudagin verður tað ímóti NSÍ. Síðstu dagarnar hava vit spælt tveir góðar dystir og fingið tvær ferðir javnleik burturúr. Tað gevur okkum mót um, at tað kann fara at eydnast, segði Óli Johannesen.