Víkingur og TB í Vági

Fyrsta royndin í bestu deildini á hesum sinni hjá TB verður á Vágseiði í dag klokkan 14.45, tá ið Víkingur vitjar. .

Víkingarnir fóru suður í gjár. Teir halda til á Tvøroyri, og seinnapartin fara teir saman við heimaliðnum til Vágs, har fyrsta bríkslið verður klokkan 14.45. Nýggi vøllurin í Trongisvági er ikki liðugur enn.

Víkinga venjarin Jógvan Martin Olsen roknar við torførari uppgávu:

-Eg havi sæð teir spæla tveir venjingardystir. Teir hava fleiri góðar útlendskar spælarar, og teir eru sera arbeiðssamir og sýna góðan hugburð, staðfestir Jógvan Martin Olsen, sum hevur allar sínar spælarar tøkar, eisini Hans Jørgen Djurhuus, sum ikki hevur vant í vikuni.

TB venjarin Mila Kuljic iðrar seg sjálvandi um, at teir skulu spæla fyrsta heimadystin á Vágseiði:

-Vit hava havt møguleika at venja í Vági síðani 1. mars, men tað hevur verið so sum so, tí veðrið hevur verið so ólagaligt. Eingin ivi er um, at Víkingur er favorittur, tí teir hava allir nógvar royndir í bestu deildini. Men vit fara at arbeiða tað, sum vit eru mentir, sigur Milan Kuljic.

23. maðurin á Vágseiði í dag verður Rúni Gaardbo.