Víkingur og KÍ í kvøld

Dysturin verður í Sarpugerði í Gøtu, har Víkingur tekur ímóti KÍ. Undan dystinum hava bæði liðini 8 stig og eru jøvn á sætta plássi í kappingini.

 

Hjá heimaliðnum verður sagt, at allir mans er tøkir til uppgávuna, har Í skal royna at toga seg eitt upp á eitt triðja pláss.

Tann møguleikan hevur KÍ eisini, men spurningurin er, um brasilski Rodrigo er við, tá farið verður á vøllin. Hann hevur drigist við skaða síðani seinasta vikuskifti, og tá vit frættu seinast, var enn ikki vist, um hann var tøkur.