Í fagrastu summarlíkindum vóru tríggir dystir í Betri deildini, sum nú er meiri enn hálvrunnin.
Víkingur vann 3-0 á Argjum, og HB vann 3-0 á Skála. Tað ber við sær, at trý lið nú hava sama stigatal í oddinum. NSÍ, sum í gjár spældi 1-1 í Gundadali ímóti B36, hevur betri málmun enn KÍ. Bæði liðini hava 32 stig.
Sigurin á Argjum ber við sær, at Víkingur eisini hevur 32 stig.
Málmunurin hjá NSÍ er +23, málmunurin hjá KÍ er +22, og málmunurin hjá Víkingi er +16.
B36 hevur 31 stig, og eftir trivaliga 3-0 sigurin á Skála eru tað bara fimm stig frá HB og fram til toppin.
At tað endaði málleyst í Hólmanum á Eiði ber við sær, at AB er aftast við fýra stigum, og at ÍF er næstaftast við fimm stigum.
Aftur í dag var Sølvi Vatnhamar dagsins maður hjá Víkingi. Hann skoraði tvey mál, og hann legði upp til málið, sum beiggin, Gunnar Vatnhamar, skoraði.
HB skoraði trý mál í fyrra hálvleiki. Símun Samuelsen legði fyri beinanvegin, tá ið hann í eyðkenda lagnum skoraði av brotsteigarmarkinum. Adrian Justinussen umsetti fríspark av brotsteigarmarkinum til 2-0, og Dan í Soylu staðfesti trivaliga sigurin, eftir at Adrian Justinussen hevði spælt hann leysan.
EB/Streymur-ÍF 0-0
Skála - HB 0-3
AB-Víkingur 0-3
NSÍ | 14 | 10 | 2 | 2 | 38 | 13 | 32 |
KÍ | 14 | 10 | 2 | 2 | 33 | 11 | 32 |
Víkingur | 14 | 10 | 2 | 2 | 32 | 16 | 32 |
B36 | 14 | 10 | 1 | 3 | 23 | 13 | 31 |
HB | 14 | 8 | 3 | 3 | 33 | 17 | 27 |
Skála | 14 | 5 | 0 | 9 | 15 | 19 | 15 |
TB | 14 | 4 | 3 | 7 | 12 | 25 | 15 |
EB/S | 14 | 2 | 2 | 10 | 16 | 36 | 8 |
ÍF | 14 | 1 | 2 | 11 | 10 | 34 | 5 |
AB | 14 | 1 | 1 | 12 | 14 | 40 | 4 |
15. umfar
Fríggjadagin 28. juni
EB/Streymur - Skála
HB - AB
Sunnudagin 30. juni
Víkingur - TB
Sunnudagin 21. juli
KÍ - B36
Mikudagin 14. august
ÍF - NSÍ
16. umfar
Leygardagin 27. juli
NSÍ - KÍ
Skála - ÍF
AB - EB/Streymur
Ólavsøkuaftan
B36 - Víkingur
Ólavsøkudag
HB - TB