Undan dagsins umfari í næstbestu fótbóltsdeildini var tað ikki eydnast Víkingi og HB at skriva seg á stigatavluna. Í dag áttu bæði liðini heimavøll, og tað eydnaðist teimum báðum at vinna og harvið at vinna trý stig.
Víkingur hevði vitjan av KÍ og vann 3-2. Dysturin var spældur í Sarpugerði og ikki í Lerivík, har næstbesta Víkinga liðið annars plagar at eiga heimavøll.
Ási Rasmussen setti hol á fyri heimaliðið longu í fjórða minutti. Seks minuttir eftir steðgin javnaði Aksel Danielsen, men bara fimm minuttir seinni legði Hans Jákup Lervig heimaliðið framum aftur. Í næstsíðsta minutti skoraði Elias J. Lervig til 3-1, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, minkaði Petur Andreasen um munin til úrslitið 3-2.
HB átti heimavøll ímóti grannunum í AB, og argjamenn vórðu sendir úr Gundadali og út aftur um ánna við 4-1 tapi. Einki bendi tó eftir fyrra hálvleik um, at talan fór at verða um trivaligan heimasigur.
Tá ið tað varð bríkslað fyri hálvleiki, stóð tað á jøvnum 1-1. Jónberg á Mýrini legði beinanvegin HB framum, og lítla løtu seinni javnaði Bjarki Nielsen fyri AB.
Eftir steðgin avgjørdi HB beinanvegin, tá ið Adrian Justinussen og Jónberg á Mýrini skoraðu innanfyri tveir minuttir, og fram ímóti dystarenda staðfesti Heri H. Mohr trivaliga 4-1 heimasigurin.
HB og AB eru á ávikavíst sjeynda og áttanda plássunum við trimum stigum, ið er sama stigatal, sum Víkingur og B71 á niðurflytingarplássunum hava.