Talan er um dyst í Formula-deildini, har eysturoyarfeløgini hava fingið í lag, at allir dystirnir ikki verða spældir samstundis.
Víkingur vann greiðan sigur á B68 í sínum fyrsta dysti hetta kappingarárið. ÍF tapti tá greitt í Havn móti B36. Í tí dystinum fekk Alexander Jovevic reytt kort, og tí er hann ikki tøkur, nú David Jones fyri fyrstu ferð stendur á odda fyri ÍF.










