Úrslitini hjá toppliðnum NSÍ seinastu vikurnar hava gjørt, at spenningur er komin aftur í FM-stríðið.
Og Víkingur kann við sigri í kvøld melda seg inn í toppstríðið aftur. Vinnur Víkingur á botnliðnum AB, er Víkingur bert 4 stig aftanfyri NSÍ áðrenn seinastu seks dystirnar.
Trýst er eisini á AB til dystin í kvøld, tí eftir at FC Suðuroy og B71 fingu stig um vikuskifti, er AB sjey stig frá niðurflytingarstrikuni. Eitt tap í kvøld fer at gera tað sera trupult hjá AB at vinna upp um strikuna áðrenn kappingarlok.
Dysturin millum Víking og AB verður í Gøtu í kvøld kl. 17.45.