Víkingur og 07 eru nú góðkend

Sambært formligu reglunum, so skulu nýggj feløg góðtakast av aðalfundinum hjá FSF, og hetta gav ongar trupulleikar, tá Víkingur og 07 Vestur skuldu upptakast sum nýggir limir í FSF

Páll Gregersen og Eivin H. Jacobsen greiddu í stuttum frá, hvussu ávikavist Víkingur og 07 Vestur eru skipað. Og uttan nakað hóvasták samtykti aðalfundurin einmælt, at feløgini eru lógligur partur av FSF.