Víkingur á odda

Síðsta løtan undan steðginum er lívlig í Sarpugerði, har Víkingur og B68 spæla.

Tveir minuttir fyri hálvleik hevur heimaliðið lagt seg framum 2-1. Símun Louis Jacobsen varð feldur í B68 brotsteiginum, og dómarin bríkslaði fyri brotssparki.

Liðformaðurin hjá Víkingi, miðverjin Niclas Niclasen, var settur at skjóta, og hann sveik ikki álitið. Víkingur er á odda 2-1.