Víkingur missir miðvallara

Í hvussu so er tveir spælarar biðja leygardagin farvæl í Víkingi

26 ára gamli miðvallarin Heðin Hansen verður fyri síðstu ferð í hesum umfarinum á liðnum hjá Víkingi, sum leygardagin á middegi fer á vøllin við Stórá í Trongisvági.

Í vikuni skrivaði hann undir sáttmála, sum bindur hann at HB. Heðin Hansen hevur altíð umboðað Víking burtursæð frá fyrra partin av 2017 kappingarárinum, tá ið hann spældi við HB.

Sambært faroesoccer.com hevur Heðin Hansen spælt 163 landskappingardystir í bestu deidini og skorað 23 mál. Í ár hevur hann verið fastur maður á miðvøllinum hjá Víkingi.

Tað er greitt, at Sámal Erik Hentze leygardagin fer at hava ábyrgdina av Víkingi fyri síðstu ferð, og í gjár visti bolt.fo at siga, at vongverjin í vinstru, 34 ára gamli Hanus Jacobsen, nú gevst at spæla fótbólt á hægsta støði.

Hanus Jacobsen hevur mest sum bara umboðað GÍ og Víkingi. Í 2007 spældi hann við AB. Tilsaman hevur Hanus Jacobsen spælt 382 dystir í bestu deildini og skorað 38 mál.