Fótbóltur
Fyrsti dysturin í áttanda umfari av Formula-deildini verður spældur í Gøtu í annaðkvøld.
Tað tekur Víkingur móti KÍ, sum veruliga er komið fyri seg, og sum ikki hevur tapt seinastu fýra dystirnar.
Hjá KÍ er stóri spurningurin, um tað eydnast at fáa Rodrigo kláran til dystin. Brasilski áleyparin, sum tykist vera komin fyri seg, nú sólin er farin at hita kring landið, hevur drigist við skaða, og hann hevur ikki vant í vikuni.
Eisini hava Ovi Nysted og Kristian á Lakjuni havt smærri snuddir, men roknað verður við, at teir eru púrasta klárir til dystin fríggjdagin.
Hjá Víkingi verður roknað við, at allir mans eru tøkir. Atli Gregersen vandi ikki mikukvøldið, men talan var bert um onkran smávegis snudd, verður sagt.










