Serbiski verjuleikarin hjá Víkingi, Vukasin Tomic, heldur fram í felagnum. Tað boðar Víkingur frá í kvøld.
Sáttmálin ímillum Víking og 32 ára gamla Vukasin Tomic er longdur við tveimum árum.
- Víkingur fegnast um, at stóri og sterki miðverjin verður partur av hópinum komandi tvey árini, skrivar felagið á facebook.
Vukasin Tomic hevur verið fastur fúsur í Víkinga-verjuni í ár, har hann einans hevur mist ein dyst í Betrideildini vegna leikbann.











