Víkingur er farið í holt við at leingja sáttmálar við leikarar sínar fyri komandi kappingarár. Í farnu viku kom fram, at stríðsmenninir Niclas Niclassen og Hans Jørgen Djurhuus høvdu longt sáttmálar sínar, og nú hevur felagið longt við tveir leikarar afturat.
Talan er um teir báðar Heðin Hansen og Hanus Jacobsen. 19 ára gamli Heðin Hansen hevur altíð spælt við Víkingi, meðan 27 ára gamli Hanus Jacobsen er úr gamla GÍ, men spældi kappingarárið 2007 við AB áðrenn hann aftur fór til Gøtu at umboða núverandi Víking.









