Víkingur heldur fram við at tryggja, at fleiri av núverandi leikarunum verða verandi í hópinum komandi kappingarár. Eftir at Niclas Niclassen, Hans Jørgen Djurhuus, Heðin Hansen og Hanus Jacobsen innan seinasta stuttu tíðina hava longt sáttmálar sínar við felagið, hava nú tríggir leikarar afturat longt um sáttmálan.
Talan er um tríggjar ungar leikarar, sum tó hava fast pláss á liðnum, nevniliga Bárður J. Hansen, Erling D. Jacobsen og Hjartvard Hansen. Bárður er fastur fúsur á U21-landsliðnum, Erling er júst sloppin á A-landsliðið, meðan 24 ára gamli Hjartvard Hansen hevur gjørt vart við seg við átta málum í 24 dystum í verandi kappingarári.
(Mynd: vikingur.fo)










