Víkingur keypt útlendskan verjuspælara

Meistararnir hava í dag gjørt sáttmál við útlendskan verjuspælara

Víkingur hevur í kvøld skrivað undir eitt ára sáttmála við 32 ára gamla verjuspælaran, Rasheed Alabi, sum er úr Nigeria. In.fo skrivaði longu í gjár, at meistararnir eru í holt við at fáa tveir verjuspælarar úr Nigeria til felagið.

 

Les eisini: (Vit gita) Tveir útlendskir spælarar til Víking

 

Rasheed Alabi hevur roynt eitt sindur av hvørjum í síni tíð sum fótbóltsspælari. Hann hevur millum annað spælt við Leixoes í næstbestu deildini í Portugal. Umframt tað, so hevur hann spælt í heimlandinum Nigeria, Grikkalandi, Kýpros, Iran og Ungran.

Víkingur hevur seinastu nógvu árini havt ein trygga verju, har Atli Gregersen, Erling Jacobsen og Hans Jacobsen hava spælt øll árini, meðan Bárður J. Hansen (NSÍ) og Gert Hansen hava spælt á høgra bakki.

 

Til komandi kappingarár verður verjan í nýggjum hami. Erling Jacobsen siglir úti í samband við útbúgving, og tekur onga avgerð fyribils. Tað hevur hann sagt við millum annað Norðlýsið og Rás2 í leypi av vetrinum. Gert Hansen hevur eisini sagt við In.fo, at hann er ivasamur til byrjanina komandi kappingarár, tí hann hevur ein skaða í knænum. 

Tað ljóðar, at ein verjuspælari kemur til felagið afturat, og at talan er somuleiðis um spælara úr Nigeria. Víkingur hevur longu ein spælara úr Nigeria í hópinum. Talan er um Adeshina Lawal, sum í fjør bleiv toppskjútti í landskappingini.