Fríggjadagin skulu føroysku fótbóltsfeløgini lata FSF váttan um, at øll ásett krøv til feløgini eru lokin.
Millum hesi pappír skal váttan um UEFA A-lisens hjá Formula-venjarum eisini vera, men spurningurin er, um GÍ megnar at koma við rætta pappírinum.
Tað ljóðar úr Gøtu, at hóast brasilski Dida hevur virkað sum venjari í Europa og eitt nú eisini hevur verið vietnamesiskur landsliðsvenjari, so gongst illa at fáa rætta stemplið á pappírini.
Enn er tó meira enn eitt samdøgur, til pappírini skulu latast inn, og tá fæst at vita, um venjarin kann halda fram. Men sum skilst, so hevur venjarin boðað spælarum sínum frá, at tað er væl hugsandi, at hann ikki fær hildið fram.
Um so er, so er spurningurin, um Víkingur framvegis verður einasta Formula-felagið við útlendskum venjata, ella um felagið finnur sær eina føroyska loysn.
Leiðslan í Víkingi ynskir ikki at gera viðmerkingar til tíðindini.