Víkingur hevur vunnið gull

1. DEILD: Uppi á Brekku í Leirvík vann Víkingur 5-0 ímóti AB, og nú er tað greitt, at Víkingur hevur vunnið næstbestu deildina

Tað sæst væl á spælaralistunum, at talan er um sluttspurt, og at tað er fult umfar í morgin í bestu deildini.

Í dag vann Víkingur 5-0 uppi á Brekku í Leirvík ímóti AB, sum longu er flutt niður. Sigurin bar við sær, at Víkingur hevur vunnið gull í næstbestu deildini í 2020. Undan síðsta umfari er Víkingur topplið við 55 stigum, og NSÍ er næstfremst við 51 stigum.

Síðani venjaraskiftið tíðliga í heyst hava tað ikki verið so nógvar í næstbestu deildini av teimum, ið regluliga eru á listanum hjá besta Víkingaliðnum. Heldur ikki í dag var nakar, sum hevur spælt nakað serligt í bestu deildini, á listanum hjá Víkingi.

Einki mál varð skorað í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin gekk tað skjótt. Rani Hansen setti hol á 12 minuttir eftir steðgin, og fimm minuttir seinni var støðan 3-0.

Martin Klein, sum týskvøldið skoraði trý mál, var í dag tvífaldur málskjútti. Hann hevur skorað 12 mál og er toppskjútti hjá Víkingi. Í dag átti hann uppleggið til eitt mál.

19 ára gamli Trym Ådnanes úr Noregi hevur síðani um mikkjalsmessutíð spælt fimm dystir við Víkingi. Í dag skoraði hann eitt mál og legði upp til eitt mál. 16 ára gamli Áki Magnussen staðfesti 5-0 sigurin. Hetta var triði dysturin hjá honum á næstbesta liðnum. Allar tríggjar ferðirnar er hann skiftur inn í seinna hálvleiki, og í dag skoraði hann fyri fyrstu ferð.

Víkingur er topplið við 55 stigum, og AB er næstaftast við 22 stigum.

Um eina viku skal Víkingur í síðsta umfari spæla í Gundadali ímóti HB, og AB fær vitjan av NSÍ.