Víkingur hevur takið á EB/Streymi

3-2 sigurin við Margáir ber við sær, at Víkingur er farin av sjeynda plássi og fram á bronsu­plássið.
Tølini siga, at Víkingur plagar at hava gott tak á EB/Streymi. Á vøllinum mundu tølini telja lítið í góð­veðr­inum í Streymnesi í gjár, tá ið tað enn eina ferð varð stað­fest, at Víkingur er omaná í innanhýsis upp­gerð­unum.
3-2 sigurin bar við sær, at víkingarnir fluttu av sjeynda plássi og fram á bronsu­plássið, og úrslitið bar við sær, at EB/Streymur datt nið­ur á fimta plássið. Tó er tað bara eitt stig frá Víkingi og aftur til EB/Streym.
EB/Streyma miðvallarin Niels Pauli Danielsen helt, at talan var um tætta uppgerð, har Víkingur var omaná í fyrra umfarinum, og har heima­liðið hevði takið í 2. hálv­leiki.
– Tá javnaðu vit til 2-2, og tá ið vit høvdu javnað, kendu vit tað soleiðis, at vit vóru omaná. Vit høvdu møguleika at leggja okkum framum, men í staðin vóru tað teir, sum skoraðu.
Longu mikukvøldið hittast tit aftur í steypa­kapp­ingini í Gøtu. Hvat sigur tú til tað, nú tit taptu lands­kappingardystin 3-2?
– Tað dámar okkum væl. Tað er hugaligt at spæla, og tá ið tú hevur tapt, so vilt tú fegin fáa nýggjan møguleika. Vit halda høvdið høgt, og vit gleða okkum at fara til Gøtu mikukvøldið. Tá skulu vit byggja á avrikið í 2. hálvleiki í gjár, sigur Niels Pauli Danielsen.

Vóru greitt omaná
Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen er ikki samdur í, at talan var um uppgerð, har liðini áttu hvør sín hálvleik.
– Í fyrra hálvleiki vóru vit greitt oman á. Vit løgdu okkum framum við tveimum góðum málum, og vit høvdu fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Nógv tann størsta partin av 1. hálvleiki høvdu teir lítið at bjóða uppá, tí vit pakkaðu Arnbjørn Hansen og Hans Paula Samuelsen so væl inn. Teimum so líkt so minkaðu teir stutt undan steðginum um munin, tá ið teir fingu mál mest sum burtur­úr ongum. Teir vunnu bóltin í umstilling, og Pól Jóhannus Justinussen stýrdi bóltin í málið eftir innlegg, og hetta ávirkaði fyrstu løt­una eftir steðgin:
– Teir høvdu momentum, og tá ið Arnbjørn hevði javn­að til 2-2, høvdu teir møgu­leika at leggja seg framum. So fingu vit tak aftur á tí, og umftramt sigursmálið, sum Hans Jørgen Djurhuus skoraði við fluktara upp í hornið, so høvdu vit fleiri aðrar møguleikar at skora. Meðan vit spældu væl í fyrra hálvleiki, so var avrikið eftir steðgin eyðkent av at hørðum arbeiði.
Nú koppar tað tykkum til fyrimunar?
– Vit spæla hvørja ferð fyri at vinna. Vit hava ikki havt marginalirnar við okkum, men vit kunnu ikki goyma okk­um aftanfyri javnleikir. Vit hava møguleika at vinna ímóti øllum, men vit kunnu eisini tapa ímóti øllum hin­um. Hjá øllum uttan B36 og HB hevur tað higartil verið upp og niður. Nú vóna vit, at havnarliðini eisini fara í dalin, so tað verður meiri spenn­ingur í toppinum, droymir Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen.
Og hvussu verður tað ímóti EB/Streymi miku­kvøld­ið í Gøtu?
– Tá verður talan um heilt aðra uppgávu. Bæði liðini brúktu nógva orku í gjár, og bæði liðini hava seinastu árini góðar traditiónir at vísa á í steypa­kappingini. Vit eiga heimavøll, og tá eiga vit at vinna. Men tað verður tætt og spennandi, og tað skal avgerast í tveimum dystum.