Í dag hevur Víkingur á heimavølli vunnið 1-0 ímóti B36. Hetta var triðja ferðin í ár, at hesi bæði liðini møttust í landskappingini, og hetta var triðja ferðin, at teir ljósa bláu fóru av vøllinum við fullari úrtøku.
Úrslitið ber við sær, at Víkingur heldur tørn í kappingini um heiðursmerkini, og tað ber eisini við sær, at B36 ikki longur kann roknast at vera kandidatgur til heiðursmerkini.
Einasta málið skoraði miðvallarin Sam Jacobsen, tá ið tað restaðu fimm minuttir. Hann stýrdi við høvdinum bóltin í málið, eftir at miðverjin Erling Jacobsen hevði sent frísparkssending innfyri úr høgru.
Víkingur-B36 1-0 (0-0)
1-0: Sam Jacobsen 85.
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Bárður Hansen - Sølvi Vatnhamar,Nenad Stankovic, Sam Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu (Hanus Jacobsen, 76.) - Páll Klettskarð, Finnur Justinussen
Gult kort: Sølvi Vatnhamar, Sverri Jacobsen
Reytt kort: Sverri Jacobsen (2 gul) 71.
B36: Meinhard Joensen ? Jónas Tór Næs, Dimitrij Jankovic, Odmar Færø, Herbert í Lon Jacobsen ? Jákup á Borg, Bárður Olsen (Høgni Eysturoy, 85.), Klæmint Matras (Stig-Roar Søbstad, 79.), Róaldur Jacobsen, Hjlgrím Elttør - Christian R. Mourisen
Gult kort: Klæmint Matras, Dimitrij Jankovic
--------
Liðugt
1-0
------
80 min
1-0
1-0: Sam Jacobsen 78.
Leiðslumálið skoraði miðvallarin Sam Jacobsen við høvdinum, eftir at miðverjin Erling Jacobsen hevði lagt frísparkssending úr høgru og inn í brotsteigin.
Tá ið Víkingur skoraði, høvdu teir bláu í eina løtu verið undirmannaðir. Vongverjin í høgru, Sverri Jacobsen, varð rikin av vøllinum, eftir at hann tvær ferðir hevði sæð gula kortið og harvið tað reyða.
---------
55 min.
0-0
Líkindini eru betri nú, enn tey vóru í 1. hálvleiki, tá ið B36 hevði fríska lotið undan. Nú er stillari.
Málmøguleikarnir hava ikki verið stórir higartil í 2. hálvleiki.
-----------
Eftir 1. hálvleik er tað málleyst í Sarpugerði, har B36 vitjar Víking.
Fyrstu tjúgu minuttirnar var B36 oman á, og teir høvdu fleiri møguleikar, uttan at tað eydnaðist at fáa mál.
Síðani hevur heimaliðið ment seg, og møguleikar hava verið eftir deyðbóltsstøður, men tað hevur ikki eydnast at fáa mál.
Víkingur-B36 kl. 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo
Víkingur: Geza Turi - Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Erling Jacobsen, Bárður Hansen - Sølvi Vatnhamar,Nenad Stankovic, Sam Jacobsen, Kaj Leo í Bartalsstovu - Páll Klettskarð, Finnur Justinussen
Meinhard Joensen ? Jónas Tór Næs, Dimitrij Jankovic, Odmar Færø, Herbert í Lon Jacobsen ? Jákup á Borg, Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Bárður Olsen, Hjlgrím Elttør - Christian R. Mourisen










