Alt bendir á, at Maurice Ross verður nýggjur venjari hjá Víkingi. Sum skilst, so hava partarnir verið í samráðingum seinastu dagarnar og eru nú komnir á mál. Tað ljóðar eisini, at hann hevur veirð í samráðingum við NSÍ.
Skotin hevur í ár verið venjari hjá TB/FCS/Royn, sum endaði á einum áttanda plássi. Tó hoyrir við til søguna, at liðið ongantíð var í veruligum niðurflytingarvanda og stóð seg væl at byrja við.
Maurice Ross segði við ÍtróttarSosialin mánadagin, at hann í hesi vikuni fór at gera sáttmála við eitt føroyskt felag og segði samstundis, at talan bleiv um ein tvey ára sáttmála.
Fyrrverandi skotski landsliðsspælarin, sum hevur spælt undir venjarum sum Glenn Hoddle og Dick Advocaat, er 36 ára gamal. Hann tekur við eftir Sámal Erik Hentze. Tað ljóðar, at Víkingur fer at kunngera tíðindini seinni í dag.