Víkingur hevur í dag tryggjað sær annað FM-heitið í mansfótbólti á rað, og meistaraheitið verður feirað í Víkingahúsinum í Norðragøtu nú beint eftir dystin og út á kvøldið.
Víkingur hevur opið hús við mati, røðum, felagssangi og tónleiki, og øll eru vælkomin. Kim Hansen, Steintór Rasmussen og Danny Baldursson fara at spæla.
Sagt verður frá, at hátíðarhaldið í Víkingahúsinum byrjar nú beint eftir dystin.