Víkingur hevur sveiggjað nógv í avrikum sínum. Onkur hevur skemtiliga tikið til, at teir spæla bara væl aðru hvørja ferð, og eftir laka avrikið seinast, var tíðin tí komin til at spæla væl, nú EB/Streymur vitjar.
Og higar til hevur gingið framúr. Zoltan Bukzegi legði Víking á odda eftir 10 minuttum, tá nølut spæl í EB/Streyma-verjuna varð revsða. Og tíggju minuttir seinni fór Andreas Lava Olsen sjálvur ígjøgnum verjuna, soleiðis at hann kundi økja til 2-0.
Longu eftir hálvum tíma gjørdi Sigfríður Clementsen av at fremja broytingar á liðnum. Ein av hesum var, at Peter Foldgast varð sendur á vøllin.










