Víkingur hevur mist lyklaspælara

Ari Olsen er so illa skaddur í knænum, at hann verður ikki við aftur í ár

Í kvøld klokkan 19 verður grannauppgerð við Løkina í Runavík. NSÍ fær vitjan av Víkingi. NSÍ hevur 12 stig, og Víkingur hevur 11 stig.

Hjá NSÍ er Búi Egilsson framvegis skaddur í knænum. Í 2-1 sigrinum sunnudagin ímóti B68 á Svangaskarði var Klæmint A. Olsen settur á vøllin, tá ið tað restaðu 20 minuttir, meðan Jóhan Troest Davidsen og Tróndur Jensen vóru á beinkinum alla tíðina. Í kvøld kann tað roknast við, at Klæmint A. Olsen verður millum teir fyrstu ellivu.

Hjá Víkingi kemur tað øgiliga dátt við, at ein av lyklaspælarunum í fjør og aftur í ár ikki er tøkur. Talan er um Ara Olsen, sum í fjør flutti av Skála og til Víking. Tá ið Víkingur fyri 14 døgum síðani hevði vitjan av KÍ, var Ari Olsen millum teir fyrstu ellivu, sum hann var alt kappingarárið í fjør, og sum hann var fyrstu dystirnar í ár.

Ímóti KÍ noyddist hann av vøllinum longu í 18. minutti. Hann var ikki við í 2-0 heimasigrinum í steypadystinum ímóti Skála, og hann var ikki við í 4-2 sigrinum í Sørvági sunnudagin.

Ari er skaddur í knænum, og nú er tað staðfest, at hann hevur slitið krossbandið. Royndirnar siga, at tað er sannlíkt, at hann ikki verður førur fyri at spæla fótbólt aftur fyrr enn um eitt ár. Hetta er annar spælarin hjá Víkingi, sum hevur slitið krossbandið í ár. Finnur Justinussen varð borin av vøllinum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Víkingur á heimavølli vann 2-1 ímóti HB, og stutt eftir varð tað staðfest, at krossbandið í øðrum knænum var slitið.

Í Sørvági var Noah Mneney vongverji í høgru. Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð miðvallarin Geza Dvid Turi skiftur út. Tá varð Noah Mneney fluttur inn á miðvøllin, og Signar á Brúnni varð settur inn á vongverjan í høgru.

Upplagdi avloysarin fyri Ara Olsen eigur at vera Bárður J. Hansen, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr NSÍ og aftur til barndómsfelagið í Sarpugerði, men hann hevur ikki enn av álvara vunnið pláss á besta liðnum, har hann bara hevur verið tvær løtur – tíggju minuttir í 1-1 landskappingardystinum ímóti B36 og í 57 minuttir í 2-0 steypasigrinum ímóti Skála.