Víkingur hevur mist álopið

Tað er alneyðugt hjá heimaliðnum í Sarpugerði at vinna fulla úrtøku fyri ikki at detta ov langt aftur frá toppinum

Fríggjakvøldið øktist fjarstøðan frá KÍ og aftur til Víking til sjey stig. Tí er tað alneyðugt hjá víkingum at vinna fulla úrtøku seinnapartin, tá ið B68 fer at vitja í Sarpugerði. At sigurin ikki kemur av sær sjálvum, hóast toftamenn eru botnlið og enn ikki hava vunnið fulla úrtøku, er dysturin millum hesi bæði liðini á Svangaskarði Í tíggjunda umfari, sum var 12. mai, var úrslitið 2-2, eftir at Víkingur tvær ferðir var á odda.

 

Tað er stórt mannfall í Víkingi. Finnur Justinussen gongur á høkjum, tí lítið bein aftanfyri lítlutá er sprekkað. Tað verður vónað, at hann verður tøkur aftur um tvær vikur. Tá ið Finnur Justinussen fyrr í ár flutti úr Keypmannahavn og til Gøtu, varð Philip Djordjevic fluttur í høgra borð, og Finnur varð settur í fremstu ódnina.

Tí hevði tað verið upplagt at flutt Philip Djordjevic aftur í fremsta plássið. Men Philip er í Keypmannahavn av privatum orsøkum, og tað er ikki heilt víst, at hann verður tøkur.

Tá ið lyklaspælararnir Atli Gregersen og Hans Jørgen Djurhuus orsaka av leikbannum ikki eru tøkir, er tað neyðugt hjá Sámal Erik Hentze at fara langt út á beinkin. Philip Djordjevic er saman við Sølva Vatnhamar toppskjútti hjá Víkingi við átta málum.

-Tað er sera týdningarmikið við spælarum, sum megna at taka søkina í egnar hendur og avgera, tá ið tað ríður um snarið. Umframt hesar báðar er Gert Hansen eitt annað dømi um lyklaspælara. Nú er hann vongverji í høgru, og liðið hjá okkum er avgjørt ikki viknað av, at hann er í tí plássinum, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi.

-Nú ræður tað um at vinna ímóti B68, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað ber í toppinum.

 

Loksins er tað eydnast B68 at fáa loyvini hjá serbiska álopsspælaranum, Damir Ibric Yuksel, upp á pláss. Jann Ingi Petersen er burturstaddur, og Esmar Clementsen er skaddur. Albert R. Johannesen er tøkur aftur eftir leikbann.

-Vit hava ikki mist mótið, og vit halda okkum læra, hvørja ferð vit spæla, sigur B68 miðverjin Oddur Højgaard.