Víkingur hevur óloysiliga uppgávu

Fótbóltur: Við einum útgangsstøði, sum sigur, at teir eru aftanfyri 0-6, hevur Víkingur á útivølli ímóti FC Gomel eina uppgávu, sum er sera trupul og helst ikki til at loysa

Víkingur fær stóra og helst eina óloysiliga uppgávu fyri í annaðkvøld, tá ið teir eru gestir á Central Stadion í Gomel, Hvítarusslandi. Í viðførinum hava teir eitt jánkasligt útgangsstøði við einum 0-6-stórtapi, sum teir uppá bara nakrar fáar minuttir fingu í heimadystinum í Gundadali í síðstu viku.
Meðan Víkingur hevur havt tíð at hvíla seg og havt venjingar sum fyrireikingar til dystin, so hevur FC Gomel hinvegin spælt ein landskappingardyst. Hetta var ein dystur á heimavølli ímóti FC Minsk, sum liggur tvey pláss aftanfyri tað framhaldandi triðja plássið hjá FC Gomel. Dysturin endaði við 2-2-javnleiki eftir tvey mál frá FC Gomel innan teir seinastu tíggju minuttirnar.
Sambært dystarfrásøgnini, so vardi FC Minsk seg væl og dúvaði upp á mótálop. Hetta gav teimum eina 2-0-leiðslu stutt inn í seinna hálvleik, og hetta kundi verið ein taktisk gongd leið hjá Víkingi í hesum dystinum, sum hóast alt tykist at vera ein púra ómøgulig uppgáva.
Hjá Víkingi ræður helst bara um at njóta at fáa ein dyst afturat í ársins Europa League, men um teir veruliga skulu vera bjartskygdir, so dúva upp á at FC Gomel undirmetir uppgávuna og kanska sparir nakrar av lyklaleikarunum.
Jógvan Martin Olsen, sum nakað skakaður segði við Sosialin, at 0-6-stórtapið var størsta skrædl hann hevði upplivað sum venjari, hevur tó tikið ábyrgdina av at seta leikarar sínar upp til hesa uppgávuna.
- Vit mugu finna eina motivatión, og hvar hon skal koma frá, tað mugu Gudarnir vita. Til ta tíð, vit fara niður har, mugu vit hava nakað at fara eftir, og tað er mín uppgáva at finna tað fram onkustaðni, segði Jógvan Martin Olsen við eftir dystin.
Jógvan Martin Olsen kann nú tó fegnast um, at Evrard Blé, sum bara spældi eina løtu í fyrra dystinum vegna ein fipurskaða, aftur er tøkur.