Víkingur heldur kósina

Fótbóltur: Væl skipaða og arbeiðssama felagsliðið fór við fullari úrtøku úr Fuglafirði, har heimamenninir leingi vóru við undirlutan á miðvøllinum

Tað er ikki av ongum, at Víkingur er oddalið. Leygardagin var felagsliðið rættuliga skert, tá ið grannauppgerðin ímóti ÍF var á skránni. Kortini megnaði Víkingur at vinna 2-1, og tað var merkisvert, at tað vóru tveir av teimum, sum ikki hava verið roknaðir millum teir fyrstu ellivu, men sum fingu høvi, tí aðrir vóru skaddir, ið skoraðu málini.
Joseph Bassene var fremsti maður, nú Lasse Qvist sat skaddur uttanfyri. Meðan danski álopsspælarin higartil ikki hevur havt eydnuna við sær, so takkaði Bassene stutt undan steðginum við meistarligum máli fyri, at venjarin hevði víst honum álit.
Tey, sum høvdu roknað við høgum intensiteti og avgjørdum taklingum í grannauppgerðini, høvdu ikki roknað rætt. Í hvussu so er ikki í 1. hálvleiki, tá ið tað var rættuliga friðarligt og sjáldan vandamikið frammanfyri málini hjá Jákupi Mikkelsen og Geza Turi. Teir eru báðir superveteranar, men báðir teljast teir framvegis millum teir fremstu í landinum.
Stóra løtan í 1. hálvleiki var tveir minuttir undan steðginum. Á brotsteigarmarkinum tamdi Joseph Bassene bóltin, snaraði framvið einum mótstøðumanni, og so sendi hann bóltin framvið Jákupi Mikkelsen og skoraði ársins mál higartil!
Fótbóltsspælið var ikki altíð so polerað, og ofta varð sparkað heldur enn spælt. At Víkingur endaði omaná komst eisini av, at gestirnir vóru meiri tilvitaðir í taktiska spælinum. Evrard Blé var framúr arbeiðssamur á verjukenda miðvallarplássinum, og hóast hann ikki flutti seg eins nógv, so royndist Niclas Niclasen væl undir liðini á Blé.
Víkingarnir dugdu betri at finna holini millum keturnar enn mótstøðumenninir, ið noyddust at leggja meiri fyri í álopspartinum og harvið sleppa aftari á vøllinum, sum 2. hálvleikur leið. Tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, øktu gestirnir um leiðsluna. Fuglfirðingar kiksaðu í uppspælinum, og Hjartvard Hansen varð leysur í høgra borði. Hann rann seg leysan av verjuni, tá ið hann var komin inn í brotsteigin smekkaði hann til, og so sat bólturin í handara síðunetinum.
So spenti heimaliðið álopsbogan. Bartal Eliasen varð fluttur úr miðverjuni og fram í álopið, og tað bar órógv og tyngd við sær. Dánjal á Lakjuni, sum varð settur inn eftir steðgin, og Jákup Johansen, sum kom á vøllin júst um tað mundið, tá ið Víkingur økti um leiðsluna, komu oftari ígjøgnum í borðunum, og fleiri spentar støður vóru í brotsteiginum frammanfyri Geza Turi.
Tíggju minuttir undan leikloki gjørdist tað heilt spennandi, eftir at miðverjin Høgni Zachariassen eftir horna úr vinstru við høvdinum stýrdi bóltin inn við handara stólpan og minkaði um munin til 1-2. Tá sýndu fuglfirðingar sera góðan hugburð, og í deyðbóltsstøðum var tað heilt spennandi, tá ið Jákup Mikkelsen eisini var frammi í brotsteiginum, men Víkingur reið stormin av.
Síðstu løtuna vísti Víkinga venjarin ungum monnum, sum hava verið millum lítið og einki á besta liðnum, álit. Ingi Sørensen, Petur Dalbø og Dánjal Petur Lervig vórðu settir á vøllinum. Tað takkaðu teir fyri og stríddust og spældu tað, sum teir megnaðu og eitt sindur aftrat. Hesin hugburðurin er eyðkendur fyri víkingaliðið, og hann saman við sera væl skipaðum avtalan um leiklutin hjá tí einstaka eru millum orsøkirnar fyri, at Víkingur eftir fimm umfør er einsamalt topplið!
ÍF-Víkingur 1-2 (0-1)
0-1: Joseph Bassene 43.
0-2: Hjartvard Hansen 71.
1-2: Høgni Zachariassen 81.
Dómari: Dagfinn Forná
ÍF: Jákup Mikkelsen – Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Frank Poulsen (Høgni Madsen, 73.), Karl Løkin, Thomas Asmussen, Nenad Saric (Jákup Johansen, 69.) – Clayton Soares (Dánjal á Lakjuni, 46.), Simon Skibsted
Gult kort: Høgni Zachariassen, Bartal Eliasen
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Niclas Niclasen, Evrard Blé – Hjartvard Hansen (Dánjal Pauli Lervig, 88.), Fritleif í Lambanum (Petur Dalbø, 88.), Sølvi Vatnhamar – Joseph Bassene (Ingi Sørensen, 86.)
Gult kort: Atli Gregersen, Fritleif í Lambanum, Bárður Hansen