Dysturin millum Víking og HB endaði málleysur. Víkingur-HB 0-0
Dómari: Eiler Rasmussen
Víkingur: Geza Turi ? Sverri Jacobsen, Niclas Niclasen, Atli Gregersen, Bárður Hansen (Hjartvard Hansen, 80.)? Hans Pauli Petersen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 71.), Nenad Stankovic, Sam Jacobsen, Sølvi Vatnhamar ? Súni Olsen ? Finnur Justinussen
Gult kort: Sverri Jacobsen, Sølvi Vatnhamar
HB: Marcin Dawid - Rógvi Holm, Þórður Steinar Hreidarsson, Fróði Benjaminsen, Pætur Jørgensen - Símun Samuelsen, Kári Nielsen, Milan Kuljic (Tór-Ingar Akselsen, 73.), Rógvi Poulsen - Levi Hanssen - Andrew av Fløtum (Jógvan Skeel Nolsøe, 90.)
Gult kort: Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen
30 min. 0-0
Levi Hanssen hjá HB var beinanvegin leysur, men Geza Turi bjargaði við beinparadu, og eisini Andrew av Fløtum hevur ligið framvið, men hann varð taklaður, áðrenn hann kom til at skjóta.
Fyri Víking hevur Finnur Justinussen havt góðan stútara.
60 min 0-0
Fyrsta korterið av 2. hálvleiki hevur verið sera friðarligt.
75 min 0-0
Finnur Justinussen hevur síðstu løtuna havt tvær góðar Víkinga royndir - fyrst eitt langskot og so úr stuttari fjarstøðu eftir innlegg frá Súna Olsen. Marcin Dawid hevur vart væl fyri.
85 min 0-0
Nógvar langar sendingar og nógvir nærdystir. Vindurin er vaksin og tað regnar.
Andrew av Fløtum hevur havt góða roynd í nærra síðunet.
5 minuttir eykatíð.
Síðsta møguleikan átti HB, men eftir innlegg frá Andrew av Fløtum úr vinstru misnýtti Símun Samuelsen mitt fyri málinum.
Liðugt 0-0