Víkingur fyri triðju ferð

Einasta liðið, ið hevur megnað at gjørt nakað við EB/Streym í steypafinalunum síðstu seks árini, Víkingur, megnaði í gjárkvøldið við javnleiki ímóti NSÍ at spæla seg í finaluna annað árið á rað. So er spurningurin bara, um tað fer at rigga triðju ferð eisini…

NSÍ - Víkingur 1-1 (1-1)

Enn hevur Víkingur ikki ordi­liga fingið sligið sítt navn fast í landskappingarhøpi, síðani GÍ og LÍF løgdu saman og undir víkingaheitinum høvdu sítt fyrsta kappingarár í 2008. Men tað leggja tey kanska ikki so nógv í í Gøtu og Leirvík, tí í steypakappingini hev­ur Víkingur roynst so mik­ið betur.
Mikukvøldið megnaði saman­lagda felagið at spæla seg í sína triðju steypafinalu, og mót­støðan verður EB/Streymur, sum sjey ár á rað eigur annað finaluplássið. Hin­vegin vísa hagtølini, at Víkingur hevur ikki smæðst burtur, tí bæði í 2009 og í fjør stóð Víkingur eftir sum vinn­ari – og sum einasta lið, ið ikki er farið út sum tapari eftir finalu ímóti EB/Streymi.
Seinna hálvfinalan á Svanga­skarði millum NSÍ og Víking var kanska ikki so væl spæld allan vegin ígjøgnum, men tað bleiv frá báðum pørtum arbeitt fyri sakini. Og so hvørt sum dystinum leið, øktist spenningurin og møgu­leikin fyri, at mestsum alt kundi henda. Fyrru hálv­finaluna vunnu teir ljósabláu 3-2, so teir høvdu annan fótin í finaluni, tá dysturin fór í gongd.

Uppiborin leiðsla
Eftir eina varna byrjan var Víkingur skjótari at fáa tamar­hald á spælinum, og burtursæð frá eini løtu fram ímóti miðjuni á hálvleikinum, har NSÍ hevði nakrar at­sóknir, hevði Víkingur munin og spældi betur.
Sum tíðin gekk, øktist trýst­ið frá Víkingi, ið hevði betri samanspæl og í størri mun sá út til at hava eina ætlan við sínum spæli. Ta einu ferð­ina luktaði av brots­sparki til Víking, tá Jann Ingi Petersen fór um koll, og sjálvur hevði hann eisini størsta kjansin, men mátti síggja Kristian Joensen í NSÍ-málinum stórbjarga. Tað lá líkasum í luftini, at okkurt mál fór at koma, og besta boðið hjá NSÍ átti Karl Løkin við góðum hálvfluktara, ið Geza Turi mátt tveita seg heilt niður í stólparótina eftir.
Mál kom eisini, og tað var beint fyri hálvleik, at tað bragdaði hjá teimum ljósa­bláu, tá høgri bakkur, Bárður J. Hansen, krýndi eina langa renning við at seta fótin á við aftaru stongina, tá innleggið kom innfyri úr vinstru síðu í einum væl spældum álopi.
Leiðslan hjá Víkingi var fult uppiborin, tí liðið hevði lagt meira fyri og vísti størri gramni, tá bólturin skuldi fáast fram eftir vøllinum. Álops­kendu spælararnir fluttu seg væl fyri hvørjum­øðrum, og í nógvum førum vóru teir hjá NSÍ um ein háls og so kroystir, at teir settu bæði eitt, tvey og trý góð álop hjá Víkingi mestsum í gongd – teirra millum eisini tað, ið gav leiðslumálið fyri steðgin.
Í seinna hálvleiki koyrdi Víkingur eisini leingi við sjálvstýraranum frá, tí ikki var neyðugt at gera so nógv hóva­sták burturúr. Samlaða leiðslan var jú 4-2, og so leingi sum NSÍ ikki sá út til at megna at hótta beinleiðis, tóku teir í Víkingi sær heldur eingi óráð fyri.

Kundu stolið alt
Men so við og við kom NSÍ meira fyri seg, og eitt nú hjálpti innskiftingin av Magnusi H. Olsen munandi um inn­satsin. Tað bleiv nokk so nógv til høgar bóltar inn í brots­teigin hjá Víkingi, og tá spurdist sjáldan stórvegis vandi burturúr. Men í onkr­um føri mátti Geza Turi tveita seg í fullari longd fyri at verja fyri, og sum dystinum leið, kundi meiri enn so henda seg, at NSÍ fekk svarað aftur.
Tað hendi so, tá fýra min­uttir vóru eftir og bólt­urin kom í hondina á onkrum ljósabláum inni í brots­teiginum, og liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen, trygt kundi smekka í meskarnar frá ellivu metra blettinum. Hetta tendraði ordiliga teir gulu, ið kastaðu alt fram ímóti endanum, og tað var um reppið, at innskifti Haraldur R. Højgaard fekk stolið sigurin og finaluplássið, var tað ikki fyri enn eini stór­bjarging frá Geza Turi.
Stuldur hevði tað helst eisini verið, um tann bólturin hevði farið inn og NSÍ kom í final­una, tí Víkingur átti tað allar­mesta av dystinum á Svanga­skarði og vísti seg drúgvari á flestu økjum, hóast tað endaði 1-1. Meira hevði Víkingur ikki brúk fyri, og fyri tað nógva var talan um trygga avgreiðslu, og so fæst at síggja um góðar tvær vikur, um Víkingur megnar at koppa EB/Streymi einaferð aftrat ella ikki.