Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa um FM vinnarar í mótvindi. Ella nakað soleiðis kann dagurin lýsast, tá Víkingur vann FM leygardagin.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Les eisini um fimm spælarar, sum gevast sum fótbóltsspælarar eftir hetta kappingarárið. Onkir hava boðað frá alment, meðan millum annað ein HB’ari hevur eitt sindur óvæntað valt at takka fyri seg.
Les eisini um uppflytingarstríðið í 1.deild, har B68 stendur eftir við ongum. Hvørki uppflyting ella heiðursmerki. Les eisini um hondbóltskappingina, har ein venjari er ónøgdur við sítt egna avrik, meðan Bogi Berg svarar fimm spurningum um NEC kappingina á Hálsi.