Víkingur hevur vunnið løgmanssteypið fýra tey seinastu árini, og Víkingur hevur góðan møguleika at røkka finaluni fimta árið á rað.
Í kvøld var fyrra hálvfinalan á útivølli ímóti Skála. Víkingur vann 1-0. Einsamalla málið skoraði Víkinga miðverjin Erling Jacobsen, tá ið tað bara var ein lítil løta eftir av vanligu leiktíðini. Hans Pauli Samuelsen legði horna innfyri, og Erling Jacobsen stýrdi við høvdinum bóltin í málið aftanfyri Andras Gango.
Fyrstu løtuna gekk tað friðarliga fyri seg, men í seinna hálvleiki var intensiteturin stórur og nærdystirnir nógvir og tættir.
Uppløgdu málmøguleikarnir vóru fáir. Orsaka av fleiri skaðasteðgum legði dómarin sjey minuttir aftrat. Í yvirtíðini var Skála í góðari støðu at javna, men tað spurdist einki burturúr.
Elias Rasmussen vardi Víkinga málið í kvøld, og tað var ikki neyðugt hjá honum at vísa nakra bjarging.
Í annað kvøld hittast KÍ og NSÍ í fyrru hálvfinaluni í Klaksvík.
Seinnu hálvfinalurnar vera 15. juni.
Skála-Víkingur 0-1 (0-0)
0-1: Erling Jacobsen 88.
Fyrra hálvfinala í kappingini um løgmanssteypið
Dómari: Dagfinn Forná
Skála: Andras Gango – Ari Olsen, Jákup Jacobsen, Fritleif í Lambanum, Jónhard Frederiksberg – Edvin Jacobsen, Pætur Dam Jacobsen, Símun Petur Poulsen, Ólavur Mikkelsen (Arnhold Berg, 75.) – Jákup Johansen, Jákup Joensen (Hendrik á Fríðriksmørk, 46.)
Gult kort: Jákup Johansen, Hendrik á Fríðriksmørk, Ólavur Mikkelsen, Pætur Dam Jacobsen
Venjari: Pauli Poulsen
Víkingur: Elias Rasmussen – Bárður J. Hansen (Sámal Jákup Joensen, 54.), Atli Gregersen (Elias Lervig, 61.), Erling Jacobsen, Gert Hansen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus – Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen (Magnus Jarnskor, 59.), Hans Pauli Samuelsen – Philip Djordjevic
Gult kort: Gert Hansen
Venjari: Sámal Erik Hentze