Jógvan Martin Olsen, nýggi venjarin hjá Víkingi, var fegin, tá ið Súni Olsen hevði skrivað undir eitt ára sáttmála við barndómsfelagið:
-Tað er við spælarum, sum eru uppvaksnir í feløgunum, at føroysku fótbóltsfeløgini skulu mennast og ikki við útlendskum spælarum, sum koma higar og eru her stutta tíð, staðfesti nýggi Víkinga venjarin.
Jógvan Martin boðaði frá, at hann longu nú týsdagin hevur stevnt Víkingi til venjingar.
- Hetta skal avgjørt ikki takast sum misálit á arbeiðið, sum Anton Skoradal hevur gjørt. Heldur skal tað skiljast soleiðis, at eg fegin sjálvur vil staðfesta, hvussu spælararnir eru fyri, nú teir fara í stuttan steðg, segði venjarin.
Súni Olsen segði seg fegnast um, at hann nú fær loyvi aftur at spæla. Í tvey ár hevur hann roynt seg uttanlands. Hesi árini hava fyri tað mesta verið eyðkend av skaðum og av, at Súni hevur sitið á beinkinum.
-Nú vóni eg, at tað er liðugt við skaðum, og at tað fer at bera til at spæla nógv, segði Súni Olsen, sum aftur fer at hava heimavøll í Sarpugerði.









