Víkingur fekk besta lutakastið

Víkingur er einasta av “topp fimm” feløgunum, sum fekk heimavøll

Lutakast hevur verið um umstrídda 14. heimadystin í føroyska fótbóltslandskappingini. Lutakastið líkist nógv tí í fjør, tá Víkingur stóð eftir sum einasta av topp fimm feløgunum, sum fekk heimavølli. Tað hevði aftur í ár.

 

Les eisini: (FSF Varpið) Lutakatið

 

Av tí at spælt verður tríggjar ferðir móti hvørjum øðrum, so fáa fimm feløg 14 heimadystir, meðan hini fimm fáa 13. heimadystir. Fyrr hevur tað verið so, at fimm tey fremstu frá árinum fyri, fingu 14. heimadystin.

 

Undan kappingarárinum 2017 bleiv avgjørt, at tað skuldi avgerast við lutakasti, hvør fær dystin á heimavølli. Ein dystur, sum altíð er millum eitt topp fimm lið, móti eitt av botn fimm liðunum frá árinum fyri.

 

Í fjør var tað bara Víkingur, sum fekk heimadyst av topp fimm feløgunum. Faktiskt gongur nógv aftur frá lutakastinum í fjør. Skála fær heimdyst móti KÍ, EB/Streymur móti HB og Víkingur heima móti 07 Vestur.

 

Umframt tað, so fingu suðuroyingar heimavøll móti NSÍ, meðan grannauppgerðini millum AB og B36 verður spæld á Argjum.

 

14. heimadysturin:

TB/FCS/Royn – NSÍ

Skála – KÍ

EB/Streymur – HB

Víkingur – 07 Vestur

AB – B36