- Grunnleggjandi eru føroysku spælararnir væl fyri, og tað er als ikki óhugsandi, at vit komandi tíðina fara at síggja fleiri føroyskar leikarar í okkara felagi.
Tað sigur fótbóltsvenjarin úr FC MIdtjylland, Lars Friis, sum í hesum døgum venur lið hjá Víkingi og gevur venjarunum íblástur. Lars Friis, sum venur ungu talentini á akademinum hjá FC midtjyllandi, letur sum heild væl at spælarunum, hann hevur vant seinastu dagarnar.
Tað er Jógvan Martin Olsen, høvuðsvenjari hjá Víkingi, ið hevur fingið vitjanina í lag.
Hoyr samrøðu við teir báðar her: