Upphæddirnar fyri at luttaka í altjóða fótbólti eru vaksnar alsamt seinastu árini, og í ár verður upphæddin til føroyameistararnar hægri enn nakrantíð fyrr. Orsøkin er, at lið sum nú verða útsligin í Champions League kappingini, í minsta lagi fáa tveir eyka dystir í Europa League kappingini.
Tískil vita almennu tølini hjá UEFA í dag at siga, at Víkingur í minsta lagi í ár fær útvið 6 milliónir krónur fyri at luttaka í Champions League og Europa League kappingini í ár. Og spælir Víkingur seg tildømis víðari, sum teir onkuntíð áður hava gjørt, verður upphæddin enn størri.
Eisini eru tølini fyri at luttaka í altjóða fótbólti hjá B36, KÍ og NSÍ almenn. B36 og KÍ fáa umleið 1,60 milliónir fyri at luttaka í undanumfarinum av Europa League, meðan NSÍ fær eina eitt sindur størri upphædd fyri at luttaka í fyrstu rundu av Europa League. NSÍ fær 1,80 milliónir fyri luttøkuna.
Miðlahúsið hevur í fleiri ár skriva um, at øktu upphæddirnar fyri altjóða luttøku kunnu skeikla bestu fótbóltsdeildina hjá monnum. Seinasti bloggurin um tað ber til at lesa her.