Grannauppgerðin millum Víking og uppflytararnar, ÍF var javnari í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki setti Víkingur tingini uppá pláss við trimum málum í Sarpugerði í Norðragøtu.
Adeshina Lawal legði Víking á odda tá bert ein minuttur var leiktur av seinna hálvleiki. Sølvi Vatnhamar økti til 2-0 tá 79 minuttir vóru leiktir av dystinum, og seks minuttir seinni staðfesti Arnbjørn Svensson sigurin.
Aftaná dystin fekk reportarin hjá FM1, Petur Asbjørn Lervig orðið á Andrias Lava Olsen hjá Víkingi, ið var sera eyðsýndur í dag, ikki minst við tí høgu ferðini hann hevði. Petur Asbjørn prátaði eisini við liðskiparan hjá ÍF, Jan Ellingsgaard, ið ikki er so mótfallin hóast 0-3 tapið í grannauppgerðini í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr:
1) Samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Andrias á Lava Olsen hjá Víkingi.
2) Samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Jan Ellingsgaard hjá ÍF.