Vesturi á Eiðinum í Vági spældu FC Suðuroy og Víkingur seinnu hálvfinaluna í steypakappingini. Víkingur vann fyrru hálvfinaluna 1-0, og tískil livdi FC Suðuroy framvegis í vónini, og sum dysturin leið, vóru teir eisini um reppið at spæla seg í finaluna.
FC Suðuroy var væl betra liðið í fyrra hálvleiki og hevði góðar møguleikar at leggja seg á odda, men tað var ikki fyrr enn tveir minuttir inn í seinna hálvleik, at Jón Krosslá Poulsen legði FC Suðuroy á odda eftir eina góða sending frá einum væl uppløgdum Palla Augustinussen. Hesa løtuna brendi av álvara á frammanfyri Víkinga-málinum, og í einu støðuni vardi stongin fyri.
Júst sum FC Suðuroy sá út til at hava tamarhald á øllum, so svaraði Víkingur aftur. Teir fangaðu bóltin í uppspælinum hjá FC Suðuroy, og í einum góðum mótálopi endaði bólturin hjá Lasse Qvist, sum við aftaru stong sendi bóltin í málið til 1-1.
FC Suðuroy hevði nú tørv á at fáa tvey mál orsaka av regluni um útivallarmál. Teir roundu at trýsta og fáar minuttir fyri leiklok eydnaðist tað Palla Augustinussen at leggja FC Suðuroy á odda 2-1, tá ið hann fiskaði ein bólt frá Geza Turi, sum kom ov langt út og kom púra skeivur av bóltinum. Tað var um reppið, at FC Suðuroy eisini fekk finalugevandi 3-1-málið, men Víkingur vardi fyri og eru tað teir, sum nú kunnu fyrireika seg til steypafinaluna ímóti EB/Streymi ella HB.
HB og EB/Streymur spæla í Gundadali kl.18.00 og Portalurin fylgir gongdini beinleiðis. Víkingur vann fyrru hálvfinaluna 4-1.
Sí beinleiðis frásøgnina frá FC Suðuroy - Víkingur niðanfyri:
15min: FC Suðuroy roynir at leggja seg langt fram á vøllin og leggja trýst á. David Asare hevur serliga ligið framvið fyri heimaliðið og hevur havt eitt skot beint framvið málinum.
18min: Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy og Evrard Blé hjá Víkingi hava verið í hornatøkum, og hóast vágbingar vildu vera við, at Evrard Blé hevði stútað vandamikla vágbingin í andlitið, so endaði tað við einum gulum korti í part.
25min: FC Suðuroy leggur nú av álvara trýst á Víking. Eftir at David Asare hevur hótt fyrstu løtuna, hevur Jón Krosslá Poulsen havt ein risa stóran møguleika, men púra leysur við málmanninum stakk bólturin ov langt frá honum og Víkinga-málverjin, Geza Turi, kom ímillum.
30min: Víkingur liggur serliga framvið í mótálopunum. Lasse Qvist, sum er fyri stuttum er komin fyri seg eftir drúgvan skaðasteðg, kom at standa rímiliga leysur, men hann lyfti bóltin upp um bæði málmannin og málið.
40min: Eftir eina hendingarríka dystarbyrjan er dysturin farin í nakað, sum minnir um tómgongd. Men tað er framvegis FC Suðuroy, sum er vandamiklari, tá ið teir fara í álop.
Hálvleikur: Hálvleiksstøðan er 0-0. Tað er helst Víkingur, sum skal vera nøgdari við málleysa javnleikin higartil. FC Suðuroy hevur nevniliga verið væl vandameira liðið og hevur havt góðar málmøguleikar at leggja seg á odda.
47min: MÁÁÁÁÁÁÁL! 1-0 til FC Suðuroy! Jón Krosslá Poulsen hevur lagt FC Suðuroy á odda eftir eina góða fríspæling frá einum væl uppløgdum Palla Augustinussen. Samlaða støðan er nú 1-1 og tað er púra opið hvør skal koma í steypafinaluna.
55min: FC Suðuroy trýstir av álvara. Beint eftir málið hótti John T. Poulsen við langskoti og tveir minuttir seinni endaði eitt hornaspark hjá FC Suðuroy á stongini. Jú, sanniliga lúrir FC Suðuroy eftir steypafinaluni!
60min: MÁÁÁÁÁÁÁL! Víkingur hevur javnað til 1-1! Víkingur stjól ein bólt á miðjum vølli og eitt gott mótálop í síðuni endaði við, at bólturin varð spældur til Lasse Qvist, sum staddur við afturu stong sendi bóltin í málið. Nú er uppgávan aftur sera trupul hjá FC Suðuroy, sum skal fáa tvey mál áðrenn teir kunnu koma í finaluna. Ein 2-1-sigur er nevniliga ikki nóg mikið hjá FC Suðuroy, av tí at Víkingur hevur munin við útivallarmálum.
70min: FC Suðuroy roynir at trýsta fyri at fáa tey alt avgerandi málini. Eftir at hava verið eitt sindur ørkymlaðir eftir útjavnandi málið hjá Víkingi, hava teir nú aftur funnið seg sjálvar og geva tað síðsta.
80min: Tíðin er við at ganga undan hjá FC Suðuroy, sum nú hevur trupult við at fáa spælið at hanga saman og hevur latið meiri spæl til Víking, sum alt meiri líkist einum finaluliði.
85min: Kaj Leo í Bartalsstovu var um reppið at leggja Víking á odda 2-1 eftir eitt gott skot, men ein stórbjarging frá Stanislav Kuzma vardi fyri hesum.
87min: MÁÁÁÁÁÁÁL! 2-1 til FC Suðuroy! Geza Turi kom langt út úr málinum, fekk ikki skot á bóltin og Palli Augustinussen sendi bóltin í málið til 2-1 til FC Suðuroy. Teir eru nú við aftur og hava tørv á einum máli afturat, um teir skulu koma í finaluna.
Liðugt: FC Suðuroy vann dystin 2-1, men umvegis ein samlaðan 2-2-javnleik og munin í útivallarmálum er tað Víkingur, sum er í finaluni. FC Suðuroy tveitti nógv fólk fram seinastu løtuna, og tað var eisini tætt við, at vágbingar fingu málið, sum hevði sent teir í steypafinaluna.
Liðinir
FC Suðuroy: Stanislav Kuzma - Suni úr Hørg (83. Heri E. Kjærbo) Sasa Kolman, Heini Vatnsdal, Kári í Lágabø (75. Ingi Poulsen) - Palli Augustinussen, Poul N. Poulsen, Jón Áki Jacobsen, David Asare - Jón Krosslá Poulsen, John Tordar Poulsen (80. Brandur M. Suðuroy)
Víkingur: Geza Turi - Bárður J. Hansen, Hjartvard Hansen, Erling D. Jacobsen, Dánial Pauli Lervig - Joseph Bassene, Evrard Blé, Fritleif í Lambanum, Sølvi Vatnhamar, Kaj Leo í Bartalsstovu - Lasse Qvist (87. Martin Olsen)