Víkingur er á odda

Fótbóltslagið er gott á Víkingafjøldini í Sarpugerði. Í 63. minutti stútaði Atli Gregersen heimaliðið framum 1-0, eftir at Magnus Skoralíð hevði sent frísparksinnlegg úr vinstru. Andreas Lava Olsen snittaði bóltin víðari við fótinum, og Atli stútaði úr sjey metra fjarstøðu og mitt fyri.

NSÍ legði bragdligari fyri eftir steðgin, men tað var orduligt skot fyri bógvin hjá teimum, tá ið Víkingur skoraði.

Nú tað resta 20 minuttir eru Sjúrður Jacobsen, Andy Olsen og Øssur Dalbúð komnir á vøllin fyri Dejan, Boga Løkin og Jónhard Frederiksberg.