AB og KÍ hava verið í serflokki í kvinnukappingini higartil. Liðini hava tapt eina ferð í part ímóti hvørjumøðrum, umframt at tey eina ferð í part hava spælt javnt ímóti Víkingi. Tí kann síðsti dysturin teirra millum, sum verður í næstsíðsta umfarinum tann 27. september, væl gerast tann ultimativa FM-finalan, tí liðini fylgjast so væl á stigatalvuni.
Enda liðini kappingarárið við sama stigatali, hevur KÍ tó ein stóran fyrimun í royndini at vinna tíggjunda FM-heitið á rað, tí KÍ hevur í løtuni eina 19 mál betri málúrtøku enn AB, sum jagstrar sítt fyrsta meistaraheiti nakrantíð. Hetta kemst av, at KÍ megnar nakað, AB enn ikki ordiliga dugir, og tað er til fulnar at revsa vánaliga mótstøðu. Eitt nú hevur KÍ vunnið ein dyst 13-1 og ein 8-0…
Meðan øll eygu eru vend ímóti teimum báðum fremstu, er tó vert at geva gætur, at ikki so langt aftan fyri tey er liðið hjá Víkingi, sum hevur staðið seg sera væl í ár. Ein góðan dag kann Víkingur saktans spæla teimum báðum fremstu eitt puss og vinna á teimum.
Tann møguleikan mugu vit eisini lata standa opnan, tí hóast Víkingur ikki vinnur FM í ár, kann liðið fyri tað koma at gera av, hvat av hinum báðum vinnur tað!










