Víkingur er á bronsuplássi

Sigfríður Clementsen og hansara menn hava í kvøld vunnið fyri fjórðu ferð á rað

Víkingarnir hava fingið luft aftur undir veingirnar. Í fínum summarveðri vann Víkingur í Sarpugerði í kvøld 3-1 ímóti EB/Streymi. Talan var um framskundaðan dyst í sekstanda umfari, sum er ólavsøkuumfarið.

Sigurin ber við sær, at Víkingur eftir fjórða sigurin á rað er á bronsuplássi, nú meistararnir fara at fyrireika seg at fara til Finnlands at spæla í europeisku meistarakappingini.

 

Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, og tað var EB/Streymur, sum legði seg framum, tá ið Petur Zachariasen eftir innlegg frá Hans Paula Samuelsen setti bóltin í málið.

 

Tá var ein tími farin, og sjey minuttir seinni eydnaðist tað Víkingi at vinna úrtøku úr trýstinum, sum heimaliðið legði á gestirnar, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg framum.

Tað var eftir horna, at Gunnar Vatnhamar stútaði bóltin í málið.

Tíggju minuttir undan leikloki var tað Philip Djordjevic, sum var bæði arkitektur og málskjútti eftir skjótt Víkinga álop. So royndi EB/Streymur at spenna álopsbogan, og hann brast, tá ið innskifti Adeshina Lawal eftir einmansavrik staðfesti 3-1 sigurin.

Harvið hava Sigfríður Clementsen og Víkingur vunnið fýra dystir og harvið tólv stig á rað.

Víkingur er á triðja plássi við 29 stigum. B36, sum hevur 28 stig, hevur á ólavsøku ímóti 07 Vestur møguleika at lyfta seg fram aftur á bronsuplássið. NSÍ hevur 27 stig og hevur á ólavsøku ímóti HB møguleika at lyfta seg framum aftur Víking.

 

Víkingur – EB/Streymur 3-1 (0-0)

0-1: Petur Zachariasen 59.

1-1: Gunnar Vatnhamar 68.

2-1: Philip Djordjevic 81.

3-1: Adeshina Lawal 94.

Dómari: Lars Müller

Víkingur: Elias Rasmussen - Elias Lervig, Atli Gregersen, Adrian Cascaval, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen, Hans Jørgen Djurhuus (Adeshina Lawal, 68.), Sølvi Vatnhamar -  Philip Djordjevic (Dennis Moreno, 83.), Andreas Lava Olsen (Hans Jákup Lervig, 77.)

Gult kort: Heðin Hansen, Hans Jákup Lervig

Venjari: Sigfríður Clementsen

EB/Streymur: Rói Zachariasen - Petur Zachariasen, Oddur Á. Højgaard, Rói H. Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen - Arnar Dam (Marni Djurhuus, 51.), Gestur B. Dam - Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen (Fríði Kruse Johansen, 79.), Jónstein Magnussen (Ari Ó. Ellingsgaard, 58.) - Pætur J. Petersen

Gult kort: Gestur Bogason Dam

Venjari: Heðin Askham

 

 

HB151311311040
151122271035
Víkingur16925261929
B3615915322028
NSÍ15834321527
Skála15537142018
EB/Streymur16457182117
Suðringar153210122711
AB1522118328
07 Vestur15111313394

 

27. juli

KÍ - Skála

AB - Suðringar

Ólavsøkuaftan

HB - NSÍ

Ólavsøkudag

B36 - 07 Vestur