Teir hava gjørt tað fyrr, teir ætla sær at útinna tað einaferð aftrat, og nú teir rigga til at flúgva heim úr Íslandi, so sær tað væl út.
Víkingur hevur í kvøld spælt á útivølli í Íslandi ímóti FH við føroyska landsliðsmálverjanum Gunnari Nielsen millum stólparnar.
Úrslitið var 1-1, og harvið eigur Víkingur rættin at halda fram í kappingini, tá ið farið verður undir seinna dystin, sum verður á Tórsvølli týsdagin í næstu viku.
Eftir fyrra hálvleik var málleyst. Tíðliga í seinna hálvleiki vóru víkingarnir ikki nóg ansnir, og tað sektaði heimaliðið beinanvegin. Eftir horna stútaðu teir bóltin í málið aftanfyri Elias Rasmussen, sum í fyrra hálvleiki hevði onkra heilt framúr bjarging.
Tá vóru víkingarnir skelkaðir, og fyrrapartin av seinna hálvleiki stóð einki til. FH var støðugt í álopi, og talan var um nógvar spentar støður í Víkinga brotsteiginum.
Føroyameistararnir hildu tørn. Teir taklaðu og vunnu nærdystir, og framum alt hildu teir høvdið kalt. Liðið var væl skipað, tað var stutt millum keturnar, og allir arbeiddu fyri ein og ein fyri allar.
Og so var tað – seytjan minuttir undan leikloki – at Víkingur javnaði. Atli Gregersen spældi í vinstru til Hanus Jacobsen, sum sendi diagonalt í høgru, har Andreas Lava Olsen, sum eina løtu eftir steðgin avloysti Gert Hansen, var hægstur og við høvdinum legði bóltin fyri føturnar á Sorin Anghel. Superveteranurin visti, hvat hann skuldi gera, hann varð skumpaður um koll, og Adeshina Lawal var púra tryggur, tá ið hann umsetti brotssparkið til mál. 1-1 og sera týdningarmikla málið á útivølli í viðførinum.
Víkingarnir arbeiddu sum úlvar síðstu tjúgu minuttirnar – íroknað tríggjar minuttir sum dómarin legði aftrat.
FH liðið var skelkað, og heimaáskoðararnir vóru ikki í so góðum hýri, sum trúføstu Víkinga áskoðararnir. Teir áttu munin uttanfyri vøllin alla tíðina, og tá ið tjekkiski dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð, vístu víkingarnir á og kring vøllin, hvat av liðunum fegnaðist yvir 1-1.
Nú verður riggað til at fara við leiguflogfari heim aftur til Føroya. Víkingarnir vera við hús aftur klokkan eitt í nátt.
Í morgin fara teir undir fyrireikingarnar til avgerandi slagið um plássið at halda fram í europeisku meistarakappingini.
Um seks dagar verður tað greitt, um tað verður Víkingur, ella tað verður FH, sum fer at halda fram í kappingini.
1-1 á Hafnafirði sær gott út. Allar fótbólts Føroyar fegnast, og tað eigur at vera sjálvfylgja, at fjøldin verður stór, sum um seks dagar - týskvøldið klokkan 18 - fer á Tórsvøll at stuðla Víkingi. Tað hevur Víkingur uppiborið, og tað hevur føroyskur fótbóltur uppiborið og tørv á.
Bravo Víkingur!
FH-Víkingur 1-1 (0-0)
1-0: Emil Pálsson 49.
1-1: Adeshina Lawal br 73.
Europeiska meistarakappingin - innleiðandi umfar.
Í Kaplakrika á Hafnafirði í Íslandi mikudagin 12. juli 2017 klokkan 19.15
Dómarabólkur úr Tjekkia: Petr Ardeleanu, Radek Kotik, Tomás Mokrusch og Jan Machálek
FH: Gunnar Nielsen - Bergsveinn Ólafsson, Pétur Viðarsson (Atli Viðar Björnsson, 89), Kassim Doumbia, Böðvar Böðvarsson - Þórarinn Ingi Valdimarsson (Atli Guðnason, 76), Emil Pálsson, Davíð Þór Viðarsson, Halldór Orri Björnsson (Guðmundur K. Guðmundsson, 76) - Steven Lennon, Kristján Flóki Finnbogason.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Vignir Jóhannesson, Teitur Magnússon, Robbie Crawford, Bjarni Þór Viðarsson
Gult kort: Emil Pálsson, Pétur Viðarsson
Venjari: Heimir Guðjónsson
Víkingur: Elias Rasmussen - Gert Hansen (Andreas Lava Olsen, 63), Erling Jacobsen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen - Hans Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen - Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Sorin Anghel (Heðin Hansen, 84) - Adeshina Lawal
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Bárður á Reynatröð, Jákup Vatnhamar Olsen, Arnbjørn Svensson, Hans Jákup Lervig, Ási Dalheim Rasmussen
Gult kort: Adeshina Lawal, Atli Gregersen, Fróði Benjaminsen, Erling Jacobsen
Venjari: Sámal Erik Hentze
1523 áskoðarar
Seinni dysturin verður á Tórsvølli týsdagin 18. juli klokkan 18.00
---
LIÐUGT
1-1
92) 1-1
FH spennir álopsbogan í botn. Teir leggja við longdum sendingum bóltin fram ímóti Víkinga málinum, men tað kennist ikki vandamikið.
Víkingarnir taka sær, sum rímuligt er, góðar stundir í deyðbóltsstøðu.
90) 1-1
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
89) 1-1
Atli Bjørnsson avloysir Pétur Vidarsson hjá FH. Talan er um álopskenda útskifting.
Víkinga liðið er framvegis sera væl skipað, og nú eru víkingarnir ofta fremri, enn teir vóru fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.
87) 1-1
Víkingarnir geva seg fult og heilt og meiri enn tað. Eftir stórt heimatrýst megna teir nú at samanspæla í fitta løtu, áðrenn teir missa bóltin frammarlaga á vøllinum.
85) 1-1
Heðin Hansen avloysir Sorin Anghel.
83) 1-1
Sorin Anghel gevur til kennar, at hann ikki megnar meiri. Tað verður gjørt klárt at skifta út.
79) 1-1
GULT KORT: Emil Pálsson sær gula kortið fyri ógvusligt fríspark ímóti Fróða Benjaminsen.
78) 1-1
So hevði Víkingur risa møguleika at leggja seg framum. Brádliga vóru Adeshina Lawal og Andreas Lava Olsen tveir ímóti einum, men Lava var óheppin, tá ið hann skuldi temja, og so spurdist einki burturúr.
76) 1-1
FH skiftir tveir út fyri at styrkja um framrættaða partin í borðunum.
Av vøllinum fara Þórarinn Valdimarsson og Halldór Orri Björnsson. Í teirra stað verða settir Atli Gudnason og Karl Guðmundur Guðmundsson.
75) 1-1
GULT KORT. Sorin Anghel sær gult fyri fríspark.
73) 1-1
1-1: Adeshina Lawal br
Atli Gregersen spælir við frísparki til Hanus Jacobsen, ið sendir diagonalt í høgru til Andreas Lava Olsen, sum við høvdinum leggur bóltin í brotsteigin, har Sorin Anghel verður skumpaður. Adeshina Lawal leggur trygt bóltin úr ellivu metrum og til vinstru fyri seg sjálvan, og Gunnar Nielsen tveitir seg skeiva vegin.
73) 1-0
Sorin Anghel verður skumpaður í brotsteiginum, og Adeshina Lawal ger seg kláran at taka sær av brotsteigi.
71) 1-0
Steven Lennon er kringur at fáa fríspark í nærdystum við víkingarnar. Hesaferð er tað í nærdysti við Erling Jacobsen. Við frísparki verður sent innfyri, og tað endar við enn einum Víkinga málsparki.
70) 1-0
Steven Lennon leggur horna innfyri, víkingarnir rudda burtur, og tá ið Lennon skal leggja innfyri aftur, ger Hans Jørgen Djurhuus fríspark. Víkinga verjan ruddar burtur, og FH fer aftur í álop.
63) 1-0
Andreas Lava Olsen avloysir Gert Hansen. Lava verður settur á framrættaða plássið í høgru, og Gunnar Vatnhamar verður fluttur aftur á høgra vongverja.
60) 1-0
Heimaliðið hevur nú greiða leikliga yvirvág, og tað er sera trupult hjá Víkingi at samanspæla og vinna seg í álop.
58) 1-0
Málið var øgiligur stoytur at fáa, og tað var forargiligt, tá ið hugsað verður um, hvussu væl Víkingur eigur at vera í luftspælinum.
54) 1-0
GULT KORT Fróði Benjaminsen sær gult, tá ið hann brestur saman við Gunnar Nielsen í FH málinum. Hetta var eftir horna, og eftir at Sølvi Vatnhamar royndi seg við skoti.
53) 1-0
GULT KORT. Atli Gregersen sær gult í sambandi við, at Víkingur hevur horna.
49) 1-0
1-0: Emil Pálsson
Eftir horna úr høgru, sum Steven Lennon tók sær av, er tað Emil Pálsson, sum við høvdinum sendir bóltin í málið.
48) 0-0
Ongar skiftingar eru gjørdar. Teir somu eru á vøllinum nú, sum vóru tað frá fyrsta bríksli.
46) 0-0
FH leggur bragdliga fyri og tiltuskar sær beinanvegin horna, sum endar við málsparki til Víking.
--
Andreas Lava Olsen hitar meiri upp enn hinir eykamenninir hjá Víkingi. Tað man vera lítið at ivast í, at Sámal Erik Hentze ætlar at spæla skjóta álopstrumfin út einaferð í seinna hálvleiki.
--
Teir eru farnir at hvíla seg. Víkinga spælararnir kunnu ikki annað enn vera nøgdir við støðuna.
Síðsta korterið av fyrra hálvleiki kendist tað sum um, at heimamenninir høvdu størri yvirskot og orku.
Víkingarnir hildu kortini høvdið høgt og megnaðu at vera væl skipaðir í verjupartinum.
Síðstu løtuna eydnaðist tað ikki Víkingi at spæla seg í álop.
HÁLVLEIKUR
0-0
FH horna - innleggið er gott, men bólturin verður stútaður upp um málið aftanfyri Elias Rasmussen.
45) 0-0
Ein minuttir er lagdir aftrat.
Nú megna Víkinga spælararnir ikki at spæla seg fram um miðstrikuna.
44) 0-0
Tað er týðuligt, at víkingarnir ikki hava somu orku sum heimamenninir. Trýstið er øgiligt á Víkinga málið, og víkingarnir kempa fyri at halda tørn fram ímóti hvíldini.
42) 0-0
So var aftur tætt við. Víkingarnir hava trupulleikar at rudda burtur, og so smekkar Þórarinn Ingi Valdimarsson bóltin í síðunetið.
40) 0-0
Tað kennist sum um, at FH roynir at leggja eyka trýst á fyri at vinna seg framum, áðrenn tað verður bríkslað fyri hálvleiki.
38) 0-0
So var tað so tætt við, sum tað kann vera, uttan at tað eydnaðist hjá FH. Eftir FH innlegg beinir Gert Hansen bóltin á stólpan, tá ið hann roynir at sparka burtur.
36) 0-0
Kanska hevur tað síðstu løtuni verið meiri soleiðis, at heimaliðið hevur bóltin meiri og er meiri í álopsstøðu. Men talan hevur síðstu løtuna ikki verið um upplagdar málmøguleikar.
31) 0-0
GULT KORT. Adeshina Lawal sær gula kortið fyri at sparka bóltinburtur, eftir at hann hevur gjørt fríspar, ið var á markinum til gult kort.
30) 0-0
Í útgangsstøðu eru Gunnar Vatnhamar og Sorin Anghel í framrættaðum leiklutum, men teir eru sera týdningarmiklir í verjuspælinum, tá ið teir steðga vongverjunum.
28) 0-0
Felags fyri bæði liðini er, at tey eru væl skipað, og at tað er stutt millum keturnar.
25) 0-0
Tað er merkisvert, hvussu væl Víkinga spælararnir eru fyri í nærdystunum - bæði á jørðini og í luftini.
22) 0-0
Risa møguleiki til Víking. Fróði Benjaminsen leggur innfyri, og Sorin Anghel, sum akkurát er komin aftur á vøllin, stútar bara nakrar millimetrar skeivu megin stólpan.
20) 0-0
Fríspark verður gjørt ímóti Sorin Anghel, sum fer skaddur av vøllinum at fáa viðgerð.
19) 0-0
Steven Lennon tekur sær av hornasparkinum, og Víkinga verjan megnar at beina bótin burtur.
18) 0-0
Elias Rasmussen bjargar heilt fantastiska væl, tá ið Halldór Orri Bjørnsson er leysur og roynir ímóti málinum við stútara úr fimm metrum. Framúr bjarging av unga Víkinga málverjanum.
17) 0-0
Fínt Víkinga álop. Gunnar Vatnhamar sneiðir seg til baklinjuna í høgru, og tað er um reppið, at Sorin Anghel fær høvdið á, og støðan er eisini spent, tá ið Hanus Jacobsen leggur innfyri.
14) 0-0
Eftir kiks í Víkinga verjuni er Steven Lennon leysur, og hann smekkar bóltin upp undir nettakið aftanfyri Elias Rasmussen. Dómarin kolldømir, tí skotski álopsspælarin hevði bóltin á hondini, áðrenn hann skoraði.
10) 0-0
Víkingur er avgjørt ikki undir tí trýstinum, sum føroysk lið ofta plaga at vera undir fyrra partin av fyrra hálvleiki í altjóða dystum.
07) 0-0
Enn eitt horna til Víking í vinstru. Hesaferð var Gunnar Nilesen í FH málinum hægstur og púra tryggur, tá ið hann loftaði.
06) 0-0
Eftir fínt uppspæl endar tað við hornasparki til Víking í vinstru. Sorin Anghel ger seg kláran at taka sær av tí.
05) 0-0
Tað eru sera væl uppløgdu Víkinga áskoðararnir, sum seta dám á kring vøllin.
04) 0-0
Friðarlig byrjan. FH hevur fyri tað mesta verið á bóltinum, men nú var um reppið, at Adeshina Lawal varð spældur leysur.
01) 0-0
Víkingarnir eru í ljósabláum troyggjum, sum teir plaga at vera. Í kvøld eru teir í hvítum brókum.
00) 0-0
Hitastigini eru ellivu. Nú er farið at regna. Grasið er tætt klipt, og tað ber við sær, at bólturin fer at ferðast ógvuliga skjótt.
00) 0-0
Philip Djordjevic er millum áskoðararnar á Hafnafirði í kvøld. Hann sigur soleiðis við Trónd Arge hjá Rás2:
-Hjá okkum ræður um at vinna gott úrslit í kvøld. Tað er gott úrslit, um vit megna at skora mál. Tað er ikki ómøguligt, at vit kunnu vinna. Tað ræður um at vera tilvitaðir og klókir. Vit fara at leggja dent á verjuspælið, men vit fara eisini at bjóða av í skjótum mótálopum, sigur Philip Djordjevic.
00) 0-0
Teir hava hitað upp í Kaplakrika á Hafnafirði, og tað er greitt, at sammett við frágera góða úrslitið í Kosovo, so er Fróði Benjaminsen aftur á liðnum. Philip Djordjevic er leikbannaður.
Merkisvert er tað, at Sorin Anghel er í framrættaðum leikluti í vinstru, og Gunnar Vatnhamar er í framrættaðu ódnini í høgru. Teir eru báðir krotssterkir, og teir eru báðir stinnir í luftspælinum.
FH-Víkingur kl. 19.15
FH: Gunnar Nielsen – Bergsveinn Ólafsson, Kassim Doumbia, Pétur Vidarsson, Bödvar Bödvarsson – Halldór Orri Björnsson, Emil Pálsson, David Vidarsson, Steven Lennon – Þórarinn Valdimarsson, Kristján Floki Finnbogason
Víkingur: Elias Rasmussen – Gert Hansen, Erling Jacobsen, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Fróði Benjaminsen Hans Jørgen Djurhuus – Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Sorin Anghel – Adeshina Lawal
Á beinkinum: Bárður á Reynatrøð, Andreas Lava Olsen, Heðin Hansen, Jákup Vatnhamar Olsen, Arnbjørn Svnsson, Hans Jákup Lervig, Ási Dalheim Rasmussen
Tað er Petr Ardeleánu úr Tjekka, sum verður 23. maður á vølli, tá ið´FH og Víkingur klokkan 20.15 hittast á Hafnafirði.
36 ára gamli dómarin hevur altjóða royndir, men hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann er dómari í europeisku meistarakappingini.
Fimm ferðir hevur hann verið dómari í Europa liguni. Síðsti dysturin var 29. juni, tá ið Vaasan PS hevði vitjan av Olimpija Ljubljana. Heimaliðið vann 1-0, og ostaflísin var tríggjar ferðir á lofti.
Petr Adreleánu hevur fleiri ferðir verið dómari í unglingalandsdystum – U-21, U-19 og U-17.