Víkingur dugir ov illa at avgera dystirnar

(Frá Rás2) Víkingur avrikar, men avger ikki dystirnar sambært høvuðsvenjaranum, Sámal Erik Hentze

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Sámal Erik "Bagga" Hentze aftaná Bagge hevði sæð sínar menn spælt javnleik 1-1 ímóti ÍF í Fuglafirði.

 

Bagge hevur upplivað tveir javnleikir við Víkingi í Fuglafirði. Í fjør javnleik 2-2, og hesaferð javnleik 1-1. Hann heldur, at dystirnir í Fuglafirði hava verið rættiliga rótutir, men tó heldur hann, at hansara menn skaptu meir í dystinum í dag enn teir gjørdu í dystinum ífjør.

 

Bagge heldur, at hansara menn avrika á vøllinum, men tað hevur manglað at avgera dystirnar, og tað er tað, sum arbeiðast má uppá framyvir.

 

Víkingur hevur higartil í átta dystum spælt fimm javnleikir. Hinir tríggir eru endaðir við sigri til Víking.