Tað var drama fyri allar pengarnar, tá ið KÍ og B36 hittust í Klaksvík. Klaksvíkingar vóru tvær ferðir frammanfyri við málum, sum Jóannes Bjartalíð skoraði. B36 vísti framúr hugburð, og tað eydnaðist tvær ferðir at svara aftur. Í fyrra førinum var tað Sebastian Pingel, sum skoraði, eftir at Róaldur Jakobsen við frísparki hevði sent bóltin á tríkantin, og í seinna førinum var tað Odmar Færø, sum við høvdinum setti bóltin í málið.
Víkingur varpaði við 2-0 heimasigri NSÍ úr FM kappingini. Sigurin ber við sær, at tað nú eru tvey stig frá Víkingi og fram til KÍ. Tað ber við sær, at spenningurin um FM heitið er varðveittur. Andreas Lava Olsen stútaði fyrra málið, og í seinna førinum var tað Hans Pauli Samuelsen, sum við frísparki av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til vinstru setti bóltin í málið – umvegis tvørtræið!
HB hevði møguleika at vinna seg inn á B36 í kappingini um týdningarmikla fjórða plássið, men tað eydnaðist yvirhøvur ikki. HB var stórfavorittur ímóti AB í Gundadali, men argjamenn fóru avstað við 2-1 sigri.
Øssur Dalbúð var akkurát innskiftur, tá ið hann legði HB framum í seinna hálvleiki. Patrik Johannesen javnaði, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin í málið, og Dion Splidt skoraði sigursmálið við fínum skoti úr høgru.
Hóast flotta sigurin á stórfavorittunum á útivølli í Gundadali, so sær tað út til, at AB fer at flyta niður. Støðan betraðist ikki nakað, tí TB og Skála, sum AB hevur kappast við, vunnu eisini fulla úrtøku.
TB vann 3-2 við Stórá í Trongisvági ímóti ÍF. Sigursmálið skoraði Poul Ingason í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat. Eftir fyrra hálvleik var 2-0 til TB, men ÍF reisti seg og javnaði, áðrenn TB í síðstu løtu skoraði sigursmálið.
Skála megnaði í eitt fjórðingsár ikki at skora mál. Í dag vann Skála 5-1 ímóti B68, og harvið hava skálamenn í tvey umfør vunnið 2-0 á AB á útivølli og 5-1 á heimavølli ímóti B68.
KÍ-B36 2-2
1-0: Jóannes Bjartalíð
1-1: Sebastian Pingel
2-1: Jóannes Bjartalíð
2-2: Odmar Færø
Víkingur-NSÍ 2-0
1-0: Andreas Lava Olsen
2-0: Hans Pauli Samuelsen
Skála-B68 5-1
1-0: Ólavur Mikkelsen
2-0: Edvin Jacobsen
3-0: Rasmus Andersson
3-1: Damir Yuksel
4-1: Rasmus Andersson
5-1: Edvin Jacobsen
HB-AB 1-2
1-0: Øssur Dalbúð
1-1: Patrik Johannesen
1-2: Dion Splidt
TB-ÍF 3-2
1-0: Salmundur Bech
2-0: Albert Adu
2-1: Karl Løkin
2-2: Jan Ó. Ellingsgaard
3-2: Poul Ingason
Støðan
KÍ 54
Víkingur 52
NSÍ 49
B36 43
HB 36
ÍF 31
TB 26
Skála 23
AB 15
B68 7
25. umfar
Sunnudagin 2. oktober
ÍF-Skála
Víkingur-TB
B68-HB
B36-NSÍ
AB-KÍ











