Víkingur betri í oyggjauppgerð

Við sigri á NSÍ er næstbesta Víkingi liðið væl fyri í royndini at vinna fyrstu heiðursmerkini nakrantíð í 1.deild

Tað gongur væl við fótbóltinum í Eysturkommunu.

Í morgin hevur besta liðið møguleika at taka enn eitt fet fram ímóti at endurvinna FM heitið.

Í dag tók næstbesta liðið stórt fet fram ímóti at vinna heiðursmerki fyri fyrstu ferð í næstbestu deildini.

 

Í Leirvík átti Víkingur heimavøll ímóti NSÍ, sum noyddist út aftur við 2-0 tapi.

Eingin av Víkina spælarunum, sum vóru á vøllinum í dag, er eldri enn 20 ár.

Málini skoraðu Arnbjørn Svensson í 52. minutti og Elias Lervig í 69. minutti.

Víkingur hevur undan tveimum teimum síðstu umførunum 47 stig og er væl fyri í kappingini um silvur og bronsu krónurnar.

Tað er ongantíð áður komið fyri, at næstbesta liðið hjá Víkingi hevur vunnið heiðursmerki í næstbestu deildini.

NSÍ er á sætta plássi við 33 stigum.